SÚGDJÓR
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini
Munurin á rottu og mús
Rottu- og músaskinn Rottu- og músaskøltur

Rotta Rattus norvegicus Bergenhout, 1769
Rotta / Rattus norvegicus Bergenhout, 1769 Rotta / Rattus norvegicus Bergenhout, 1769 Rotta / Rattus norvegicus Bergenhout, 1769 Rotta / Rattus norvegicus Bergenhout, 1769

Minkur Mustela vision Schreber, 1777
Minkur / Mustela vision Schreber, 1777 Minkur / Mustela vision Schreber, 1777 Minkur / Mustela vision Schreber, 1777

Hetta er minkurin, sum varð skotin í Tórshavn 01.10.2011. Sum tit síggja, so varð høvdið næstan kvett av, so skjúttararnir hava verið dugnaligir. Útstapparin hevur verið ikki minni dugnaligur, tí hetta varð eitt stórarbeiði hjá honum. Tøkutennirnar á minkinum eru brotnar, so vit ivast í, um hetta ikki mann verða ein minkur, sum er sloppin úr fangilsi. Myndirnar eru sendar til ein serfrøðing, og nú bíða vit bert eftir hansara svari.

Minkur finst ikki upprunaliga í føroysku náttúruni, so vit mugu vóna, at hesin er eitt eindømi, og at betur verður ansað eftir, tá flutningur kemur til landið!

Minkur / Mustela vision Schreber, 1777 Minkur / Mustela vision Schreber, 1777

Ringkópanósi Phoca hispida sæddur í Suðuroy
Steinkópur / Phoca vitulina Steinkópur / Phoca vitulina
Les grein

Dvørgflogmús Pipistrellus pygmaeus
Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus

Tann 18. april 2011 fann Siggert Patursson eina dvørgflogmús Pipistrellus pygmaeus (55 KhZ ) í Tórshavn.

Dvørgflogmús Pipistrellus pygmaeus er bert funnin eina ferð áður í Føroyum, og tað var í Sandoy í november 1993.

E.S. Hetta er tann seinna flogmúsin, ið higartil er funnin í 2011. Ta fyrru fann Hans Meinhard í Eyðansstovu 24. februar í Mykinesi. Hon er ikki kannað nærri, so slagið er ikki eyðmerkt enn.
Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus

Listi yvir flogmýs, sæddar í Føroyum áðrenn 31.12.2010

Hýggiflogmús Vespertilio murinus
Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus
Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus
Hýggiflogmús / Vespertilio murinus

12. september 2010 sá Trygvi Midjord eina flogmús á grannahúsinum hjá sær í Hvalba. Rúni Thomsen tók síðani myndir av flogmúsini og fangaði hana.
Flogmúsin var send til Nólsoyar, har Jens-Kjeld Jensen staðfesti hana at verða av slagnum hýggiflogmús Vespertilio murinus.
Flogmýs eru sæddar í Føroyum umleið 50 ferðir; men hýggiflogmús er bert skrásett 2 ferðir áður við vissu – 1 í Sandavági í 1988 og 1 í Hvalba í 1994.
Hendan sama dagin - 12. september 2010 – fangaði Virgar Kjærbo eina trøllflogmús Pipistrellus nathusii í Víkarbyrgi. Sjá myndirnar her undir.

Hýggiflogmús / Vespertilio murinus

14. september 2010: Vit hava helst eina flogmúsainnrás í løtuni, tí Hjørdis Hávarsá sigur, at í minsta lagið 3-4 flúgva runt í Norðoyri. Somuleiðis flúgva í minsta lagið 4 flogmýs runt her í Nólsoy.

14. oktober 2010 hava higartil 20 persónar fráboðað í minsta lagið 30 ymiskar flogmýs, sum eru sæddar í Føroyum í ár.


Trøllflogmús Pipistrellus nathusii Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii
Ljóðupptøka av trøllflogmús úti í Nólsoy september 2010
Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii

Seyður etur tara fyri at fáa salt og jod
Seyður etur tara fyri at fáa salt og jod Seyður etur tara fyri at fáa salt og jod Seyður etur tara fyri at fáa salt og jod Seyður etur tara fyri at fáa salt og jod

Trøllflogmús Pipistrellus nathusii funnin í Nólsoy 16.01.2010
Pipistrellus nathusii

16. januar 2010 fann Mikkjal Holm eina hálvdeyða trøllflogmús hangandi á vegginum úti á Matvørubúðini hjá Hervør Hansen í Nólsoy. Talan var um ein hann, sum einans vigaði 5.5g. Hetta er tann næsta trøllflogmúsin, sum nakrantíð funnin í Føroyum í januar mánaði, hin var funnin í Sumba 09.01.1992.

Pipistrellus nathusii
Flogmýs eru fráboðaðar í Føroyum alt árið við undantaki av apríl mánaði, so kanska skulu vit til at rokna flogmýsnar upp í flytifuglarnar og bert knýta "mús" í endanum av navninum.

Músakanningarnar halda fram
Dr. Yingguang Chan & Emilie Hardouin. Dr. Yingguang Chan, Emilie Hardouin & ein forvitin veðrur.
Dr. Yingguang Frank Chan (CV) arbeiðir við m.a. músakanningum á Max-Planck-Instituttinum í Týsklandi.
Les frágreiðingina hjá Frank Chan um endamálið við ferðini til Føroyar og hendingar á túrinum
M.Sc. Emilie Hardouin tørvar bert 1 ár í at verða liðug við sítt Phd projekt um mýs úr Antarktisku økjunum í sama Institutinum. Vitja heimasíðuna hjá Emilie Hardouin
Kanningarnar hjá Dr. Eleanor Jones (sjá niðriundir) vístu millum annað, at føroyska músin er rættiliga serstøk. Á nøkrum av oyggjunum eru mýsnar størri, nógv innanørdar og hava eisini sera lítlil frábrygdi í teirra DNA. Tílíkar mýs tørvaði Dr. Chan, so tí komu hann og Emilie Hardouin til Føroyar at fanga nakrar livandi, til at taka við sær til Týsklands til nærri kanningar. Millum annað skulu tær parast við laboratoriumúsum. Ms Hardouin fer serliga at kanna, hvussu skjótt mýsnar kunnu tillaga seg at liva í oydnum økjum, ið líkjast Føroyum.
Vit kunnu nú bert gleða okkum til at síggja úrslitið frá teirra kanningum!  
Eg haldi tað verða ógvuliga áhugavert, at 2 mýs doyðu av tí nørandi týska músafóðrinum, beinan vegin tær komu til Týskland. Fleiri aðrar mundu doyð, men so skjótt tær fingu tað vanliga "føroyska" músafóðrið aftur, komu tær fyri seg beinan vegin og trívast nú væl. 
Myndamappan hjá Frank Chan inni á Flickr
Dr. Yingguang Chan & Emilie Hardouin. Dr. Yingguang Chan & Emilie Hardouin. Dr. Yingguang Chan & Emilie Hardouin. Dr. Yingguang Chan & Emilie Hardouin.
Ein glað Emilie Hardouin við nøkrum av músafellunum.

Áhugaverd músakanning nevnd mýs og (víkingar?) menn
Nólsoyarmús / Nólsoymus / Nólsoymouse. Nólsoyarmús / Nólsoymus / Nólsoymouse. Lit de parade. Eleanor Jones, Nólsoy 2006.
1. oktober 2008 kundi mann á BBC lesa, at ein sera áhugaverd grein var skrivað um, hvussu man við at kanna DNA av músum, kundi fylgja slóðini av fornum búsetingum av fólki í serliga Stórabretlandi.
Eg havi havt áhuga í músum - eins og so nógvum øðrum - alt mítt lív, og seinast í sjeytiárunum byrjaði eg av álvara at savna inn føroyskar mýs til nærri kanningar. Gjøgnum Dánjal Petur Højgaard kom eg á heysti í 2005 í samband við Eleanor Jones, som lesur á University of York - og á henda hátt komu Føroyar við í "Víkingamúsakanningina".
Eyðfinn Magnussen kom somuleiðis við inn í kanningina saman við tveimum av hansara næmingum, sum í samstarvi við University of York skrivaðu teirra BSc Thesis, sum sjálsagt umrøddi føroysku mýsnar.
Eleanor Jones hevur verið í Føroyum, og tann eina dagin var hon í Nólsoy, har hon fekk handað 2 kilo av føroyskum músum til sínar DNA kanningar.

Í løtuni kannar Eleanor sambandi millum mýsnar úr m. a. Orkney oyggjunum og tær úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og New Foundlandi. Spennandi verður at síggja úrslitið av hesum kanningum.


Gomul opna deyð í Nólsoy
17. september 2008 akaði ein gamal kviðin láturkópur seg upp á land í Halgutoft í Nólsoy og legði seg at doyggja.
Láturkópurin hevði sera slitnar tenn. Bjarni Mikkelsen, sum er lívfrøðingur, sigur, at han áður hevur sæð 27 ára gamlar láturkópar, hvørs tenn ikki vóru nær so slitnar, sum á hesi opnuni.
Um eg skuldi mett um aldurin á hesum láturkópinum, vildi eg mett hann at vera umleið 30 til 40 ára gamlan. Eg havi so aldri áður sæð so slitnar tenn.
Opnan máldi 195 cm úr enda í enda, og ófødningurin var 87 cm. langur.

Trøllflogmús fleygað í Nólsoy
Miðalstødd: 46 - 55 mm long, vekt 6 - 15,5 g, oyruni 10 - 14 mm long, flog 220 - 250 mm.

Týsdagin 15. september 2008 vórðu nólsoyingar varugir við í minsta lagið 2 flogmýs, ið flugu runt í bygdini. Góð ráð vóru dýr, men so hitti Jens-Kjeld upp á at býta netið út á síni fleygastong við eitt annað, ið hevði smærri meskur, og dagin eftir eydnaðist tað tí garvaða fleygamanninum René Hansen at fleygað aðra av flogmýsnum. Neyðugt var at fara fram við størsta varsemi, tí flogmýs kunnu vera fongdar við hundagalskapi (rabies).

Tann fyrsta trøllflogmúsin var skrásett í Føroyum í 1987, og síðan tá er hon fráboðað við vissu 7 ferðir, so trøllflogmús er vanligasta flogmúsin, ið vitjar her á landi.

Orsøkin til at tær koma til Føroyar er helst, at tær fara av kósini, tá tær ferðast millum lond. Og tær kunnu flúgva langa leið, tí longsti teinurin ein merkt trøllflogmús hevur flogið, var so langt sum 1600 km.

Og lat okkum so sláa tað fast - flogmýs eru ikki blindar, men hvíla um dagin og veiða um náttina. Tær leggja til merkis allar rørslur og renna ikki á nakrar forðingar í náttarmyrkrinum, tí tær nýta ultraljóð.
Trøllflogmús er sjáldsom í Vestureuropa og meira vanlig í Eystureuropa. Hon finst frá Eystureuropa til Ural, Kaukasus og Vesturasia. Hon sæst í Norðurlondum, er sjáldsom í til dømis Svøríki, men er meira vanlig í Miðspania og Suðurportugal. Fyrstu ferð, bretar skrásettu eina trøllflogmús við einum unga hangandi á búkinum, var so seint sum í 1997.

Haran í Nólsoy
Jens-Kjeld við haruunganum av Oyri.
 
Lepus timidus.
Umráðandi er at fáa harur úr øðrum oyggjum, so stovnurin í Nólsoy ikki verður innarørur. Hesin haruungin - ein hon - kom av Oyri í 2004. Hon fekk ein høsnaring í annað oyra, so hon skuldi kunna kennast aftur, um hon fall fyri onkrari kúlu; men enn hevur hon so ikki spurst aftur. Vónandi spelar hon enn runt úti í haganum í Nólsoy.

Her kanst tú lesa alt um haruveiðu í Nólsoy


Strandaður láturkópahvølpur Halichoerus grypus
Leygarkvøldið 29. desember 2007, lá hesin úthungraði ungi láturkópurin í Stokkvík í Nólsoy. Láturkópur leggur í november og desember, og á hvølpinum sást enn tann síðsti farrin av nósaullini, so hann var um 1 mánaða gamal. Helst er hann skolaður út úr einum kópalátri, seinast tað var ódnarveður, og hevur mist mammu sína burtur. Reyði liturin hann hevur á sær, er helst máling/patent, ið hann hevur fingið á seg, av at ámast ov nær nótini í onkrum laksaaliringi.
Láturkópahvølpur.

Nísa Phocoena phocoena vitjaði Nólsoy í 2007
Phocoena phocoena.

Steinkópur Phoca vitulina vitjaði Nólsoy í 2001

Roysningur Odobenus rosmarus vitjaði Nólsoy í 1998
Odobenus rosmarus. Odobenus rosmarus. Odobenus rosmarus. Odobenus rosmarus. Odobenus rosmarus. Odobenus rosmarus.
Roysningar Odobenus rosmarus í Føroyum

Vit hava 17 skrásettar fráboðanir um roysning í Føroyum síðan umleið 1810. Helst er talan um 14 ymiskar roysningar, har teir 3 vórðu fráboðaðir úr Nólsoy.
Millum 1810-1820 varð ein roysningur sæddur nær við kirkjuna í Nólsoy (Nolsøe, Poul 1962. Tríggjar frásøgnir. Varðin nr. 35, síða 118-119). Menn royndu at taka lívið av roysninginum – fyrst við eini jarnstong, síðani eini harpun. Roysningurin slapp undan, men ivasamt er, um hann yvirlivdi vitjanina í Nólsoy.
Umleið 1938 sá Poul Wang ein roysning liggja á eini fles niðri undir Hørg, sum liggur beint eystan fyri bygdina í Nólsoy. Roysningurin hvarv næstan beinan vegin. Hann hevði stórar tenn.
Tann 23. marts 1998 varð so tann triði roysningurin sæddur uttan fyri Halgutoft, sum er í ein útsynning úr bygdini í Nólsoy. Dagin eftir lá hann á landi í Halgutoft og har helt hann til til 1. apríl, sum var seinasti dagurin, hann varð sæddur.


Skeggkópur Erignathus barbatus vitjaði Nólsoy í 1995
Erignathus barbatus.
Og í Eysturoy í 2010
Skeggkópur / Erignathus barbatus. Eysturoy 20.06.2010 Skeggkópur / Erignathus barbatus. Eysturoy 20.06.2010 Skeggkópur / Erignathus barbatus. Eysturoy 20.06.2010 Skeggkópur / Erignathus barbatus. Eysturoy 20.06.2010
Skeggkópur / Erignathus barbatus. Eysturoy 20.06.2010

Hesin nósin Halichoerus grypus vitjaði í Nólsoy í 1986

Loðskinnið á láturkópi hevur eitt ríkt litspæl. Brimlarnir eru myrkir ella svartir við skiftandi fjøld av døkkum og hvítum blettum - einamest um bringu og búk. Opnurnar eru gráar ella silvurlittar á bakinum við ljóslittari bringu og skiftandi fjøld av dimmum plettum. Ungkópur hevur ljóst og meira sprøklut loðskinn, ið stundum eisini er brúnligt. Ungkópur hevur ofta slitnan hárleysan feld undir búkinum. Miðlingakópur er nakað myrkari. Kópur, sum hevur ligið á landi og er vorðin turrur, verður ljósari á liti - stundum næstan hvítur.
Myndirnar niðanfyri vísa býtið í kópastovninum: mest av ungum kópi í ymsum aldrum, nakrir fáir brimlar og so uml. 20-25% opnur.

Kelda: Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur
Láturkópar / Halichoerus Grypus, Mykines 03.05.2010 Láturkópar / Halichoerus Grypus, Mykines 03.05.2010 Láturkópar / Halichoerus Grypus, Mykines 03.05.2010

Bløðrukópahvølpur Cystophora cristata vitjaði Nólsoy í 1984
Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved