HARUVEIÐA - HAREJAGT - HARE HUNTING

Retur til Nólsoy
Place cursor on each photo to read text, use thumbnails to enlarge photos

HARUVEIÐA Lepus timidus Í NÓLSOY

Hara / Lepus timidus
 
Nólsoy er býtt í 3 hagapartar: Heimara helvt (1) - Miðjan/Junkarshagin (2) & Borðan (3)
Saman verða Miðjan/Junkarshagin (2) & Borðan (3) eisini kallað Ytra helvt.
Nólsoy
Teir fyrstu, sum settu harur út í Nólsoy, vóru Niels á Botni og Jens Reinert. Hetta hendi í 1925. Hesar harurnar doyðu so allar út veturin 1978-79.
Í 1994 syrgdu Hergeir og Marnar á Skúr fyri, at seta harur út aftur í Nólsoy. Tá hevði eingin hara verið í oynni í eini 15 ár. Ta fyrstu haruna kom Jógvan á Argjaboða við. Tey fylgjandu árini vórðu so 11 aðrar harur settar út í Nólsoy frá ymsa staðni í Suðurstreymi. 
20. februar 2010 kom Meinhard Hansen, Funningsbotnur, út til Nólsoyar við einari ungari kvennharu, sum var sett út í hagan till tess at fyribyrgja innanøring millum harurnar.
Ein fastur dagur var ásettur, har tað var loyvt at skjóta haru í Nólsoy, og longu í 1998 vóru 14 harur skotnar. Tað var ásett, at hvør luttakari skuldi gjalda 200 kr.; men tá var íroknað bæði øl, snapsur og smurt breyð, sum stóð á borðinum fyri harumonnunum, tá teir komu heim aftur úr haganum.
Í 2003 ár var so tann árligi harudagurin í Nólsoy settur at verða tann 15. nov. Tilsamans 25 mans - teir flestu herbúgvandi nólsoyingar, høvdu meldað seg til, og kl. 8.30 fóru teir so frá Brandstøðini.

Menninir býttu seg í tvinnar bólkar - teir eldru og veiku fingu í lut at fara Norður á Boga og Suður í Dalar, og har sótu teir so fyri, tá bólkurin við teimum yngru monnunum kom heimaftur heilt sunnan av Borðuni, eftir fyrst av at hava gingið niður á Breiðurók og so vórðu endaðir á Oksadalsrygginum. Allir vóru heima aftur við Brandstøðina kl. 15.30, og tá lógu 98 harur á "lit de parade". 4 tær størstu vigaðu 3,5 kg., meðan tær flestu lógu um eini 3 kg. Miðalvektin á harunum var 2,765 kg. Hvør maður fekk 4 harur við til húsar, og tann síðsta haran var lutað kokkunum, ið borðreiddu fyri harumonnunum, sum í ár vóru ambætaðir niðri í kjallaranum hjá Réne.

Ein góður dagur var farin at halla!
 
Umsíðir hava vit gjørt harublaðið teldutøkt

Harutíðindi

Les blaðið

Les blaðið í eini minni upploysn her

 

Tølini frá hinum árunum eru hesi:

1998 - 14 harur skotnar
1999 - 24 harur skotnar
2000 - 60 harur skotnar
2001 - 57 harur skotnar
2002 - 79 harur skotnar
2003 - 98 harur skotnar. Miðalvektin var 2,765 kg.
2004 - 67 harur skotnar, 24 honir og 43 hannar. Miðalvektin var 2,637 kg.
2005 - 93 harur skotnar, 49 honir og 44 hannar. Miðalvektin var 2,729 kg.
2006 - 54 harur skotnar, 36 honir og 18 hannar. Miðalvektin var 2,710 kg.
2007 - 69 harur skotnar, 21 honir, 1 av ivasomum kyni og 47 hannar. Miðalvektin var 2,758 kg.   
2008 - 73 harur skotnar, 64 honir, 1 av ivasomum kyni og 8 hannar. Miðalvektin var 2,632 kg.
2009 - 60 harur skotnar, 19 honir og 41 hannar. Miðalvektin var 2,630 kg (1,800 kg. - 3,450 kg).
2010 - 79 harur skotnar, 35 honir, 5 av ókendum kyni og 39 hannar. Miðalvektin av teimum 74 vigaðu var 2,704 kg. (1,750 kg. – 3,300 kg.).

2011 - 84 harur skotnar, 29 honir, 26 av ókendum kyni og 29 hannar. Miðalvektin var 2,718 kg. (1,600 kg - 3,300 kg.). Av hesum vórðu 67 skotnar í Heimaru helvt, 8 á Borðuni og 9 í Junkarshaganum.

At skjóta haru í Nólsoy hevur vanliga verið samskipað millum teir 3 hagapartarnar. Men í 2009 brutu Miðjan & Borðan hendan góða gamla siðin, sum tíverri er farin fyri bakka. Hetta gav so tað úrslit, at fleiri harudagar hava verið í ymisku hagapørtunum í 2009, 2010 og 2011. Eg vónaði, at hagapartarnar fóru at semjast um at fara aftur til ta samskipaða veiðuna í 2011, so veiðan aftur kom undir eftirlit; men so varð ikki.

 
Á veg heim eftir oynni.
Harurnar verða taldar.
Harurnar verða reinsaðar.
Harurnar verða reinsaðar.

HAREJAGT Lepus timidus PÅ NÓLSOY

Hara / Lepus timidus
 
Nólsoy er delt i 3 udmarker: Heimara helvt (1) - Miðjan/Junkarshagin (2) & Borðan (3).
Sammen bliver Miðjan/Junkarshagin (2) & Borðan (3) også kaldt Ytra helvt (den yderste halvdel).
Nólsoy

De første, som satte harer ud på Nólsoy var Niels á Botni og Jens Reinert. Dette var i 1925. Alle disse harer uddøde vinteren 1978-79.

I 1994 sørgede så brødrene Hergeir og Marnar á Skúr for, at harer igen blev sat ud på Nólsoy. Da havde ingen hare været på øen i omkring 15 år. Jógvan á Argjaboða kom med den første hare, og de følgende år blev der så sat 11 andre harer ud på Nólsoy fra forskellige lokaliteter fra den sydlige del af Streymoy.
20. februar 2010 kom Meinhard Hansen, Funningsbotnur, ud til Nólsoy med en ung hunhare, som blev sat ud i udmarken for at undgå indavl blandt harerne.
En fast dag blev afsat til harejagt, og allerede i 1998 blev 14 harer skudt. Hver jæger skulle betale 200 kr. for at deltage i jagten; men da var både øl, snaps og smørrebrød iberegnet, som så stod klart på bordet til jægerne, når de vendte hjem fra fjeldet.
I 2003 var dagen til harejagt sat til at være d. 15. nov. I alt deltog 25 mænd, hvoraf de fleste bor på Nólsoy.
Kl. 8.30 startede jagten med at mændene delte sig i 2 grupper. De ældre og dårligt gående dækkede den nordlige lavt liggende ende af Nólsoy, og de yngre dækkede så den sydlige og stejle ende af øen. Begge grupper mødtes så ca. midt på øen efter endt jagt.

Mændene vendte hjem kl. 15.30, og da lå 98 harer på "lit de parade". De største 4 vejede 3,5 kg., mens de fleste vejede godt 3 kg. Gennemsnitsvægten på harerne var 2,765 kg. Hver jæger fik 4 harer, og den sidste fik kokken, som havde stået for maden, og som blev serveret ved hjemkomsten.

En særdeles god dag!
 
Omsider lægger vi harebladet online - desværre kun med færøsk tekst...
Harutíðindi

Læs bladet

Læs bladet i en formindsket udgave
 
Tallene fra de andre år er disse:
1998 - 14 harer skudt
1999 - 24 harer skudt
2000 - 60 harer skudt
2001 - 57 harer skudt
2002 - 79 harer skudt
2003 - 98 harer skudt. Gennemsnitsvægten var 2,765 kg.
2004 - 67 harer skudt, 24 hunner og 43 hanner. Gennemsnitsvægten var 2,637 kg.
2005 - 93 harer skudt, 49 hunner og 44 hanner. Gennemsnitsvægten var 2,729 kg.
2006 - 54 harer skudt, 36 hunner og 18 hanner. Gennemsnitsvægten var 2,710 kg. 
2007 - 69 harer skudt, 21 hunner, 1 af tvivlsomt køn og 47 hanner. Gennemsnitsvægten var 2,758 kg. 

2008 - 73 harer skudt, 64 hunner, 1 af tvivlsomt køn og 8 hanner. Gennemsnitsvægten var 2,632 kg.

2009 - 60 harer skudt, 19 hunner og 41 hanner. Gennemsnitsvægten var 2,630 kg. (1,800 kg. - 3,450 kg.).
2010 - 79 harer skudt, 35 hunner, 5 ikke kønsbestemte og 39 hanner. Gennemsnitsvægten af de 74 vejede var 2,704 kg. (1,750 kg. – 3,300 kg.).

2011 - 84 harer skudt, 29 hunner, 26 ikke kønsbestemte og 29 hanner. Gennemsnitsvægten var 2,718 kg. (1,600 kg. - 3,300 kg.). Der blev skudt 67 harer i Heimara helvt, 8 på Borðan og 9 i Junkarshagin.

Den gode gamle skik med at de 3 udmarker gik på harejagt en bestemt dag i fællesskab, blev desværre brudt, da ejerne af Miðjan & Borðan brød reglen i 2009. Dette har så resulteret i flere jagtdage i 2009, 2010 og 2011 i de 3 udmarker. Jeg håbede, at de 3 udmarker kunne blive enige om at vende tilbage til den gamle skik i 2011, så der atter kom mere kontrol over jagten; men det skete desværre ikke.

 
Harejagten er sat igang.
Harerne bliver beundret og talt.
Harerne bliver renset.
Harerne bliver renset.

HARE Lepus timidus HUNTING IN NÓLSOY

Hara / Lepus timidus
 
The outfield in Nólsoy is divided into 3 parts: Heimara helvt (1) - Miðjan/Junkarshagin (2) & Borðan (3)
Together Miðjan/Junkarshagin (2) & Borðan (3) is also called the Ytra helvt (the outher half).
Nólsoy
The first to set wild hares out on Nólsoy were Niels á Botni og Jens Reinert. It was in 1925. All of these hares died in the winter 1978-79.
In 1994 the brothers Hergeir and Marnar á Skúr arranged to set hares out again on Nólsoy. At that moment no hare had been on the island for 15 years. A man named Jógvan á Argjaboða (Tórshavn) came with the first hare. The following years another 11 hares were set out on Nólsoy from different locations on Streymoy.
20. February 2010 Meinhard Hansen from Funningsbotnur came to Nólsoy with a young female hare, which was set out to avoid inbreading among the hares.
A certain day was set to hunt hares, and already in 1998 14 hares were shot. Each hunter had to pay 200 dk.kr. to participate – but that price included beer, snaps and open sandwiches, which was served at their arrival from the field.
In 2003 the annual hunt was set to be 15. November. 25 men participated, where of most of them live on Nólsoy.
At  8.30AM the day started with the men splitting into two groups. The elderly and weaker covered the northern lower part of Nólsoy while the younger men covered the southern high end. Both groups met app. in the middle of the island at the end of the hunt.

The men arrived back at 15.30PM, bringing 98 hares with them. The largest 4 weight 3,5 kg., while most weight app. 3 kg. The average weight was 2,765 kg. Each hunter got 4 hares, and the last was given to the cook, who served for them at their arrival.

A fine day had ended!
 
Finally our Hare-magazine is available online - unfortunately only in Faroese language...

Harutíðindi

Read the magazine

Read the magazine in a cropped version
 
The numbers from the other years are as follows:
1998 - 14 hares shot
1999 - 24 hares shot
2000 - 60 hares shot
2001 - 57 hares shot
2002 - 79 hares shot
2003 - 98 hares shot. Average weight was 2,765 kg.
2004 - 67 hares shot, 24 females and 43 males. Average weight was 2,637 kg.
2005 - 93 hares shot, 49 females and 44 males. Average weight was 2,729 kg.
2006 - 54 hares shot, 36 females and 18 males. Average weight was 2,710 kg. 
2007 - 69 hares shot, 21 females, 1 of unidentified sex and 47 males. Average weight was 2,758 kg. 

2008 - 73 hares shot, 64 females, 1 of unidentified sex and 8 males. Average weight was 2,632 kg.

2009 - 60 hares shot, 19 females and 41 males. Average weight was 2,630 kg. (1,800 kg. - 3,450 kg.)
2010 - 79 hares shot, 35 females, 5 of unidentified sex and 39 males. Average weight of the 74 was 2,704 kg. (1,750 kg. – 3,300 kg.).

2011 - 84 hares shot, 29 females, 26 of unidentified sex and 29 males. Average weight was 2,718 kg. (1,600 kg. - 3,300 kg.). 67 hares were shot in Heimara helvt, 8 on Borðan and 9 in Junkarshagin.

The hunt for hares in Nólsoy used to be coordinated between the 3 parts in a single day per year. Unfortunately, in 2009, the owners from Miðjan & Borðan broke the rule, which has led to a collapse of the agreement. This resulted in several days of hunting in 2009, 2010 and 2011 in the 3 different parts of the outfield. I hoped, they would go back to the older and more systematic rule in 2011, so we could regain control over the hunt; men that did not happen.

 
On their way along the hills of Nólsoy.
The hares are counted and admired.
Cleaning the hares.
Cleaning the hares.
Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved