![]() |
|||||
| 12. mai 2010 kjósaði Tórshavnar kommuna Jens-Kjeld til at verða ársins umhvørvisvin | |||||
| Lesið nærri her | |||||
| Trøllflogmús Pipistrellus nathusii funnin í Nólsoy 16.01.2010 | |||||
| 16. januar 2010 fann Mikkjal Holm eina hálvdeyða trøllflogmús hangandi á vegginum úti á Matvørubúðini hjá Hervør Hansen í Nólsoy. Talan var um ein hann, sum einans vigaði 5.5g. Hetta er tann næsta trøllflogmúsin, sum nakrantíð funnin í Føroyum í januar mánaði, hin var funnin í Sumba 09.01.1992. | |
|
|||
| Flogmýs eru fráboðaðar í Føroyum alt árið við undantaki av apríl mánaði, so kanska skulu vit til at rokna flogmýsnar upp í flytifuglarnar og bert knýta "mús" í endanum av navninum. | |||||
Nólsoyingar skutu haru 07. november 2009 |
|||||
![]() |
|||||
Í 2009 var árligi harudagurin tann 07. november. Vit 22 mans møttu kl. 08 við brandstøðina, sum vanligt. Veðrið var tá av tí allarbesta, men longu kl. 09.30 fullu fyrstu droparnir av himni, og hálvan tíma seinni var herviligur ælingur. Klokkan 12.30 klárnaði, og tá øtlaði hann vindin frá landnyrðingi; men hóast hesi keðiligu veðurlíkindi vórðu 50 harur skotnar í 99 skotum. Búgvi Jacobsen var besti skjútti við 7 harum í 7 skotum. |
|||||
| Her kanst tú lesa alt um haruveiðu í Nólsoy | |||||
Við byrsu í Nólsoy |
|||||
Nólsoyingar skjóta bakskurar á hvørjum ári til matna, og óvanliga nógvir vóru at síggja teir seinastu 14 dagarnar í september 2007. Tann 25. sep. skutu Ivan og Mikkjal Holm 64 bakskurar tilsamans, og tað má verða nakað av tí mesta, ið nakar hevur skotið eftir bert einum degi í Nólsoy. |
|||||
Summarið 2006 ferðaðist teknarin Olivier Kugler til Hetlands, Føroyar, Ísland og USA og endaði ferðina á Cuba. Meðan hann var í Føroyum, teknaði hann nakrar framúrskarandi tekningar úr millum annað Hattarvík og Nólsoy, sum hava staðið á prenti í The Guardian. Tilsamans ber til at blaða millum 32 síðir á hesi slóðini: http://www.olivierkugler.com/travel/ Minst til at trýsta F11 knøttin inn á knappaborðinum, so pílarnir niðast á telduskíggjanum til vinstru til at blaða millum ørkini við, gerast sjónligir. |
|||||
Nólsoyingar skutu haru 22. november 2008 |
|||||
Í 2007 var árligi harudagurin tann 03 november. Veðrið var av tí allarbesta. 27 mans luttóku og tilsamans vórðu 69 harur skotnar. Í miðal vóru 3 skotin latin av fyri hvørja haru, og besti skjútti var Mikkjal Holm, sum fekk 4 harur í 4 skotum. Harurnar vigaðu 2758 g í miðal, og tann tyngsta var ein hon, sum vág 3275 g. |
|||||
|
|||||
|
Nólsoyingar sigu eftir nátaungum 19. august 2005 |
|||||
NÁTATÍÐINDI ÚR NÓLSOY
|
|||||
Tann
19. august 2005 sigu nólsoyingar eftir nátaungum á Grønadalsrók og
Skirisvølli. |
|||||
|
Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, Nólsoy. |
|||||
|
Sýnið úr køksvindeyganum um kl. hálvgum sjey á kvøldi |
|||||
|
|||||
|
Summarið er komið |
|||||
|
|
|||||
|
Vetrarmyndir úr Nólsoy |
|||||
|
|||||