|
Flatmaðkur Artioposthia triangulata
Flatmaðkur kemur úr New Zealandi, og fer næstu 50 árini at eta umleið 90% av føroysku reyðmaðkunum.
Hetta verður ein ólukka, tí tá verður eingin reyðmaðkur eftir at gera mold og súrga hana. Og hvussu verður tá við øllum fuglunum, ið liva av reyðmaðki?
Tvinni sløg av flatmaðkum eru í Onglandi og Írlandi, sum báðir upprunaliga stava frá New Zealandi og Australia.
Flatmaðkurin, ið er funnin í Føroyum, eitur Artioposthia triangulata á latíni og var fyrstu ferð funnin í Írlandi í í 1963. Nú hann vanligur í øllum Írlandi, Onglandi og helst eisini kring allar Føroyar í næstu framtíð.
Hesin flatmaðkurin trívist best, har tað er kalt og nógv regn, og har hitin ikki fer upp um tey 20 stigini - og terri er tað ringasta, hann veit. Føroyar má tístatt verða eitt satt paradís hjá honum.
Hann livir av vanligum maðkum, sum hann sproytar enzym í, so teir blotna sundur – síðani sýgur hann teir í seg.
Higartil hava trupulleikarnir av flatmaðkinum mest verið innan fyri bøgarðarnar; men nú hann eisini sæst uttanfyri, verður tað ikki leingi, fyrr hann hevur hertikið alt landið!

|
|
|
Flatmaðkur - Artioposthia triangulata |
Flatmaðkur - Artioposthia triangulata |
Flatmaðkar, sum teir oftast liggja undir einum steini ella líknandi
|
Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved |
|