|
||||||||||||||||||||||||
NÝTT HUMLUSLAG FUNNIÐ YNGLANDI Í FØROYUM |
||||||||||||||||||||||||
| Tann fyrsta humlan, sum vit hava kunnleika um, varð fangað í Føroyum í 1887. Síðani tá hava tær verið at sæð hendinga ferð kring landið. Hesi seinru árini eru alt fleiri fráboðanir komnar inn um humlur, og hóast alt bendir á tað, kunnu vit ikki prógva, at hon ynglar, tí enn er einki býli funnið. Humlan hevur heilt víst ynglað í Føroyum í fornari tíð - serliga í víkingatíðini, tí tá var veðurlagið nakað lýggjari enn í dag. Í Íslandi hava 3 sløg av humlum ynglað; men bert í ár eru 2 nýggj sløg funnin, so nú yngla 5 ymisk sløg av humlum í Íslandi. Í Hetlandi finnast 6 sløg av humlum. Tey ymisku sløgini av humlum eru rættiliga ymisk á at líta. Tær eru ymiskar í stødd og hava ymiskar litir. Nakrar eru gular og hvítrondutar, aðrar eru svartar og hava reyðan afturpart. Men eitt hava tær allar til felags – tær eru prúðar á at líta, tær surra og eru lodnar. Nú eg eri við at savna saman tað tilfar, ið finst um humlur í Føroyum, vil eg ógvuliga fegin koma í samband við fólk kring landið, sum antin síggja ella hava sæð hesi lodnu flogkykt, hava tikið myndir ella møguliga fangað eina humlu. Alt hevur áhuga! Eg eri at hitta á tel.: 327064, t-posti jkjensen@olivant.fo ella nolsoy@gmail.com |
||||||||||||||||||||||||
Dagføring 14. juli 2010: Eftir at humlurnar vórðu umrøddar í Dagur & Vika 06. juli 2010, hava fólk úr øllum landinum sett seg í samband við meg, tí tey hildu seg hava sæð humlur. Eg eri ikki liðugur at kannað alt enn, sum er funnið; men higartil bendir alt á, at flest helst hava sæð loðbressu Eristalis intricarius og ikki humlu. Ikki tí – nøkur høvdu bæði sæð og fangað humlur. Hóast vit nú kunnu staðfesta við vissu, at humlan ynglar í Føroyum, eri eg enn áhugaður í at hoyra frá fólki, um tey halda seg hava sæð nakra. |
||||||||||||||||||||||||
| Dagføring 04. februar 2012: Humluslagið Bombus lucorum (Linnaeus, 1761) varð fyrstu ferð skrásett sum ynglandi í Føroyum í 2011. Humlan ynglaði bæði á Strondum og í Runavík í Eysturoy. | ||||||||||||||||||||||||
| Fótgul bressa Eristalis pertinax (Scopoli, 1763) | ||||||||||||||||||||||||
| Her sæst skilliga, hvussu ein blómufluga sum eitt nú fótgula bressan ber blómufræ frá einari plantu til aðra. | ||||||||||||||||||||||||
| DROTNINGARFIRVALDUR Hyles galii (Rottemburg, 1775) (No 6855) | ||||||||||||||||||||||||
![]() |
||||||||||||||||||||||||
| 08. juli 2011 fangaði Sonne Johannesen hendan drotningarfirvaldin, tá hann sigldi við Norðlýsinum framvið Lítlu Dímun. Hetta er 6 ferð, at drotningarfirvaldur er fráboðaður í Føroyum. | ||||||||||||||||||||||||
Dagin eftir - 09. juli, avmyndaði Eva Andersen, Strendur, ein drotningarfirvald í sínum bilhúsi, so tveir drotningarfirvaldar hava so í øllum føri verið í Føroyum um somu tíð. |
||||||||||||||||||||||||
| DK VÆDDER Clytus arietis | ||||||||||||||||||||||||
Hendan flotta "træbukkin" Clytus arietis fangaði eg niðri í kjallaran hjá mær sjálvum í Nólsoy 20. apríl 2011. Danska navnið "vædder" og enska "Wasp Beetle" stavar frá útsjóndini á honum. |
||||||||||||||||||||||||
| FLATMAÐKUR Artioposthia triangulata | ||||||||||||||||||||||||
| Les grein úr Óðalstíðindum |
||||||||||||||||||||||||
LEOPARDSNIGIL Limax maximus |
||||||||||||||||||||||||
Oyðið ikki leopardsnigilin! |
||||||||||||||||||||||||
| Lesið ógvuliga áhugaverda norska grein |
||||||||||||||||||||||||
Tá tú fert út at savna inn morsniglar Arion lusitanicus í havanum, skalt tú verða sera varin, so tú ikki eisini tekur leopardsnigilin Limax maximus, tí hann er arvafíggindin hja morsniglinum. |
||||||||||||||||||||||||
| Morsnigil Arion lusitanicus | ||||||||||||||||||||||||
| SO KOM "DREKATYRIL" (DK GULDSMED) EISINI TIL FØROYAR | ||||||||||||||||||||||||
13. april 2011 lendi hesin "drekatyrilin" Anax ephippiger umborð á bátinum hjá Lúkku og Bjørn Patursson, tá tey vóru á veg úr Koltri til Kirkjubøar. Adrian Parr staðfesti slagið. Hetta slagið av "drekatyrli" stavar upprunaliga úr Afrika og Asia og er kent fyri at ferðast til londini í Suður- og millumeuropa. Hann er bert eina ferð funnin ynglandi so langt norðaliga sum í Danmark, og tað var í 1994. |
||||||||||||||||||||||||
| Hjørdis & Tekla Atladóttir, Sandoy | ||||||||||||||||||||||||
| 15. apríl 2011 fann Tekla Atladóttir ein "drekatyril" í Hornsbønum í Sandoy. Tveir dagar seinni komu hon og systirin til Havnar saman við pápanum og høvdu tey tá "drekatyrilin" við. Hann er av sama slag sum tann, ið varð funnin í Hestfirði. | ||||||||||||||||||||||||
| 13. apríl 2011 hevði Hertha Ravnsfjall úr Sandavági klæði úti á snórinum. Tá hon seinni skuldi leggja tey saman, fleyg ein "drekatyril" út undan klæðunum. Hans Ravnsfjall tók hesa frálíku myndina av "drekatyrlinum", áðrenn tey sleptu honum út aftur. Góðskan á hesi myndini er so góð, at umframt at staðfesta slagið, er hon eisini triðja haldgóða prógvið um enn ein vitjan av Anax ephippiger. | ![]() |
|||||||||||||||||||||||
| "FUGLAEITURKOPPUR" | ||||||||||||||||||||||||
| 29. mars 2011 fann Poul Eyðun Joensen hendan hálvrotna "fuglaeiturkoppin" á einum steðgiplássi í Fuglafirði. Karl Hansen ringdi og segði mær frá hesum sjáldsama eiturkopinum, sum máldi 16 cm. millum beinini, so hetta er óivað tann størsti eiturkoppurin, eg nakrantíð havi sæð uttandura í Føroyum. | ||||||||||||||||||||||||
| Tað er mær ein gáta, hvussu hann er endaður á steðgiplássinum í Fuglafirði? Er hann komin til landið við frakt ella hevur onkur havt hann sum kelidjór? Um nakar veit nærri, vil eg fegin hoyra frá viðkomandi. | ||||||||||||||||||||||||
Dagføring 07.04.2011: Gátan er loyst! |
||||||||||||||||||||||||
| Fuglaeiturkoppurin var ein 3 ára gomul hon av slagnum "Chorco golden Knee", sum Petur Hansen í Norðagøtu nýliga hevði sum kelidjór. Tá fuglaeiturkoppurin doyði, gav Petur hann til ein vin, sum seinni tveitti hann út í Fuglafirði. | ||||||||||||||||||||||||
| DK NETVINGE Wesmalius nervosus | ||||||||||||||||||||||||
![]() |
||||||||||||||||||||||||
| Bert eitt slag av "netvinge" ynglar í Føroyum og er tað Wesmalius nervosus. Hesa avmyndaðu fangaði Dánial Jespersen 06. oktober 2010 í Tórshavn. | ||||||||||||||||||||||||
| Cyphostethus tristriatus (Fabricius, 1787) | ||||||||||||||||||||||||
Cyphostethus tristriatus (Fabricius, 1787) verður ofta influtt við jólatrøum og øðrum greinum, ið vit nýta at pynta við á jólum. Finna tit eina av hesum klukkunum, eri eg - Jens-Kjeld - ógvuliga áhugaður í at fáa fráboðan um hana. Koyri klukkuna livandi í eina reina krukku og ringi so til mín ella sendi ein teldupost. |
||||||||||||||||||||||||
Slóð til aðra áhugaverda grein um sama evni eftir Jens-Kjeld og S. Tolsgaard |
||||||||||||||||||||||||
| Propylaea 14-punctata | ||||||||||||||||||||||||
| Hesa 14-prikkutu mariuhønuna Propylaea 14-punctata fann Gunnar Bjarnason innandura í Tórshavn í byrjanini av november 2010. | ||||||||||||||||||||||||
| Vanlig skinfluga ♀ Calliphora vicina | ||||||||||||||||||||||||
| Calliphora vicina er vanligasta skinflugan í Føroyum, og hon er fangað á øllum oyggjunum uttan á Lítla Dímun. | ||||||||||||||||||||||||
| Nuctenea umbratica | ||||||||||||||||||||||||
| Kári Petersen av Sandi, fangaði hendan stóra Nuctenea umbratica hon eiturkoppin nær við Skopun. Hetta er 5 ferð, at hetta eiturkoppaslagið er funnið í Føroyum; men fyrstu ferð, at hann er funnin í Sandoynni. Umstøðurnar á staðnum, har hann var funnin, kundi bent á, at hann er farin at yngla her; men tað kunnu vit ikki prógva enn. | ||||||||||||||||||||||||
| Cepaea hortensis | ||||||||||||||||||||||||
Hans Eli Sivertsen fann hendan Cepaea hortensis (Müller 1774) snigilin á Argjum 05.10.2010. Hetta sniglaslagið er nú funnið fleiri ferðir í Føroyum; men tað er fyrstu ferð, at hesin við tí heilt gula frábrigdinum er funnin. |
![]() |
|||||||||||||||||||||||
| Araneus quadratus | ||||||||||||||||||||||||
| Dánial Jespersen fann hendan Araneus quadratus (Clerck, 1757) í Tórshavn 07.10.2010. Hetta slagið av eiturkoppi er bert funnið nakrar fáar ferðir innandura í Føroyum. | ||||||||||||||||||||||||
| DK PERLEEDDERKOP Enoplognatha ovata | ||||||||||||||||||||||||
Hesin DK perlueiturkoppurin Enoplognatha ovata sat í einum urtapotti, sum Jacoba T. Winther fekk 01. september 2010. Alt ov nógv flogkykt verða innflutt til Føroya á henda hátt. |
||||||||||||||||||||||||
| DK KÆMPETRÆHVEPS Urocerus gigas | ||||||||||||||||||||||||
Hendan hon DK kæmpetræhvepsen var fangað uttan fyri ein timburhandil í Tórshavn 01. september 2010. Kæmpetræ-vespur koma til Føroyar til dømis sum reivverur inni í timbri, ið verður innflutt á plattum. |
||||||||||||||||||||||||
| Cepaea nemoralis | ||||||||||||||||||||||||
Agnetha Jacobsen fann hendan avmyndaða Cepaea nemoralis (L. 1758) undir einum steini við síðuna av húsinum hjá Jákup av Skarði í Nólsoy 24. aug. 2010. Hetta er aðru ferð, at eg havi sæð Cepaea nemoralis her á landi.. |
![]() |
|||||||||||||||||||||||
(DK) TRÆBUK Cerambycidae |
||||||||||||||||||||||||
Hesin sera vakri “træbukkurin” kom til Føroya í fótinum á hesum træfigurinum – framleiddur í Kina, som Fríðgerð Stakkslíð keypti í Tórshavn. |
![]() |
|||||||||||||||||||||||
| TIKARABRESSA Helophilus pendulus (Linnaeus, 1758) | ||||||||||||||||||||||||
| TIKARAVONGUR Arctia caja (Linnaeus, 1758) | ||||||||||||||||||||||||
![]() |
||||||||||||||||||||||||
| Birthe Nedergaard fann hendan tikaravongin í Nólsoy 03. juli 2010. Tikaravonger er bert funnin ella sæddur tvær ferðir uttandura, umframt at ein annar helst er innfluttur við vøru, so hann er sera sjáldsamur her á landi. | ||||||||||||||||||||||||
| Steatoda bipunctata | ||||||||||||||||||||||||
| Steatoda bipunctata er ein innfluttur eiturkoppur, sum higartil bert er funnin í Suðuroy, Streymoy, Nólsoy og Eysturoy. Hann finst í stórum tali í nøkrum stórum bygningum, har hann eisini nørir seg; men enn kann hann ikki sigast verða vanligur. Hans Eli Sivertsen fangaði hendan avmyndaða hannin 19.11.2009 og Jørgen Lissner staðfesti slagið. | ![]() |
|||||||||||||||||||||||
NÁHØVUR Acherontia atropos (Linnaeus, 1758) |
||||||||||||||||||||||||
| Tann 10.09.2009 var hetta avmyndaða náhøvurið fangað í Miðvági. 7 ára gamla Tóra Mouritsen sendi tað síðani til mín til nærri kanningar. Fyrstu ferð, eitt náhøvur varð fangað í Føroyum, varð tann 20. oktober í 1933, og hetta hjá Tóru er tað níggjunda, sum er fangað her á landi. | ||||||||||||||||||||||||
VESPA Vespula vulgaris |
||||||||||||||||||||||||
Í 2000 var eitt tað mest umrødda málið, um vespan mundi fara at liva veturin av ella ikke. Trúgvi ikki, nakar mann ivast í tí longur... Her ber til at lesa vespugreinina frá 2001 Verða vespurnar verandi |
||||||||||||||||||||||||
Nuctenea umbratica |
||||||||||||||||||||||||
| Edith Petersen fann hendan flotta Nuctenea umbratica eiturkoppin í Tórshavn 10.08.2009. Hetta er fjórðu ferð, at ein av hesum slagnum er funnin í Føroyum. |
||||||||||||||||||||||||
TISTILFIRVALDUR Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) |
||||||||||||||||||||||||
| Teir fyrstu tistilfirvaldarnir Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) komu til Føroyar á morgni tann 30. mai 2009 og sóust tá um alt landið. Alt bendir á, at innrásin heldur fram, tí nú vit skriva tann 8. juni, síggjast teir enn í stórum tali alla staðni. | ||||||||||||||||||||||||
| Hetta er størsta innrásin, eg havi sæð tey seinastu 40 árini. | ||||||||||||||||||||||||
| Nakrir fáir admiralar Vanessa atalanta (Linnaeus, 1758) hava eisini verið at sæð, síðan innrásin byrjaði tann 30. mai. | ||||||||||||||||||||||||
| Vit hava sanniliga eisini havt aðrar áhugaverdar gestir: 2 stríputir drotningafirvaldar Hyles livornica (Esper, 1779) eru fangaðir, og gammavongur Autographa gamma (Linnaeus, 1758) er eisini sæddur seinastu dagarnar. | ||||||||||||||||||||||||
| Her eru 2 áhugaverdar slóðir, ið umrøða sama evni: | ||||||||||||||||||||||||
Ensk slóð: Butterfly-conservation |
||||||||||||||||||||||||
Íslendsk slóð: Náttúrufræðistofnun Ísland |
||||||||||||||||||||||||
Cepaea nemoralis |
||||||||||||||||||||||||
| Tann 23. mai 2009 fann Karin Fuglø á Húsamørk hendan flotta Cepaea nemoralis (L. 1758) snigilin í bygdini Kirkju í Fugloy. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi sæð hendan snigilin í Føroyum. | ||||||||||||||||||||||||
| Næsti skyldmaðurin hjá Cepaea nemoralis er snigilin Cepaea hortensis (Müller 1774). Eg havi bert sæð hann hendinga ferð, altíð einsamallan og ongantíð ynglandi. | ||||||||||||||||||||||||
| Á myndunum við 2 sniglum, liggur tann stóri Cepaea nemoralis snigilin við síðuna av tí fullvaksna, men væl minni skyldmanninum Cepaea hortensis. | ||||||||||||||||||||||||
DK SNUDEBILLE / GB WEEVIL |
||||||||||||||||||||||||
Uttan nakað serligt eftirlit verður ein rúgva av plantum, trøum, fruktum og grønmeti innflutt til Føroyar. Aftrat øllum hesum innflutta kemur ein hópur av ótilviljaðum innflutningi - kalla tað bara ein ókeypis, men sera vandamikil eykainnflutningur - so sum hendan "trantarbillan", sum var funnin í einum handli jólini 2008. Slagið er ikki staðfest enn. |
||||||||||||||||||||||||
GRÁTT UNDIR STEINI |
||||||||||||||||||||||||
Hetta grátt undir steini Ligia oceanica fann Høgni Thomsen úti í Nólsoy 31.12.2008. Tað eru skrásett 4 sløg av grátt under steini í Føroyum, og av teimum er Ligia oceanica tað allar størsta. |
||||||||||||||||||||||||
"Hoppieiturkoppur" Salticidae |
||||||||||||||||||||||||
16. september 2008 fangaði Jógvan Niclasen hendan flotta "hoppieiturkoppin" í eini matvørubúð í Tórshavn. Eiturkoppurin er ein ung hon av slagnum Philaeus chrysops (det. Rudolf Macek, Czech Republic). Á enskum verður hetta eiturkoppaslagið nevnt "Jumping spiders". |
||||||||||||||||||||||||
Hesin eiturkoppurin er helst av einum suðureuropiskum slag, sum nú á fyrsta sinni er staðfestur í Føroyum. |
||||||||||||||||||||||||
INNRÁS AV BLÓMUFLUGUM |
||||||||||||||||||||||||
Neistabressa |
Reðurbressa |
Sunnanbressa |
Tvírandabressa |
|||||||||||||||||||||
| Nólsoy 5. juli 2008 | ||||||||||||||||||||||||
Aftan á eina viku við eystanvindi, kom hendan dagin tann størsta innrásin av blómuflugum, ið eg nakrantíð havi sæð her á landi. |
||||||||||||||||||||||||
| Eg taldi 23 Metasyrphus corollae á 4 fermetrum, og tað er nógv, eftir vanligum umstøðum. | ||||||||||||||||||||||||
LISTI VIÐ ØLLUM TEIMUM FØROYSKU FIRVALDANØVNUNUM |
||||||||||||||||||||||||
| Annleyg Patursson og Jens-Kjeld Jensen hava lagt eitt megnar arbeiði í at navngeva allar teir føroysku firvaldarnar. Hóast listin var dagførdur longu í 2002, merkir tað ikki, at eingin nýggjur firvaldur verður skrásettur í Føroyum aftrat, so hesin listin verður dagførdur við jøvnum millumbili. | ||||||||||||||||||||||||
NAVNA OG SKRÁSETINGARLISTI TIL BLÓMUFLUGURNAR Í FØROYUM |
||||||||||||||||||||||||
| Jens-Kjeld Jensen hevur enn eina ferð lagt eitt megnar arbeiði í at skráseta og navngeva allar tær føroysku blómuflugurnar. | ||||||||||||||||||||||||
Alopecosa pulverulenta |
||||||||||||||||||||||||
24.05.2008 gjørdi Jóannes Joensen, Klaksvík, eitt kvett, tá hann fangaði henda sjáldsama eiturkoppin í Kalsoynni. Alopecosa pulverulenta er funnin tríggjar ferðir áður í Føroyum - í Vágoy og Svínoy; men hetta er fyrstu ferð, at hann er funnin í Kalsoy. Allir teir 4 eiturkopparnir, ið eru funnir higartil, hava verið honir. |
||||||||||||||||||||||||
Alopecosa pulverulenta hoyrir til familjuna:
Lycosidae (Wolf Spiders). Leysliga umsett vildi eg kalla familjuna "úlvaeiturkoppar". |
||||||||||||||||||||||||
Amaurobius fenestralis |
||||||||||||||||||||||||
Zygiella x-notata |
||||||||||||||||||||||||
Vanligur kring alt landið. |
||||||||||||||||||||||||
Metellina merianae |
||||||||||||||||||||||||
Sera vanligur kring alt landið.
|
||||||||||||||||||||||||
HUMLA DK HUMLEBI |
||||||||||||||||||||||||
Hendan "humlebien" var fangað í Skálabotni í august 2007. Humlebi er ikki skrásett í Føroyum síðan 1887. Les greinina Tær eksotisku Føroyar, úr Dimmalætting tann 11. september 2007 |
||||||||||||||||||||||||
DK VINBJERGSNEGL Helix pomatia |
||||||||||||||||||||||||
Hesa myndina av einum "vínbjargasnigili" tók Sámal Jákup Olsen í Vestmanna 07.09.2007. Helix pomatia finst í øllum Miðeuropa og er innfluttur til Noregs og Suðurongland. Roynt var at ala hendan leskiliga snigilin í Føroyum seint í áttatiárunum. Her er ein áhugaverd um sniglar. Brúka hentleikan "åbn i et nyt vindue" eftir at tú hevur høgraklikka við músini her. |
||||||||||||||||||||||||
KONGSFIRVALDUR Agrius convolvuli |
||||||||||||||||||||||||
Eydna Jacobsen fangaði henda kongsfirvaldin í í Fjálgulon í Klaksvík 17. august 2007. Hetta er fyrsta fráboðanin um kongsfirvald í ár. Legg til merkis støddina á kongsfirvaldinum í mun til knappaborðið. Mynd: Eydna Jacobsen. |
||||||||||||||||||||||||
FUGLALÚS Ixodes uriae |
||||||||||||||||||||||||
DK KRABBEEDDERKOP Xysticus cristatus |
||||||||||||||||||||||||
Peter Meedom fann "krabbaeiturkoppin" høgru megin í Vatnsoyrum, Vágum 23.07.07. Xysticus cristatus er tann einasti av krabbaeiturkoppafamiljuni, ið er funnin í Føroyum. Higartil er krabbaeiturkoppurin funnin í Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Nólsoy, Streymoy, Vágar, Koltur, Sandoy og Suðuroy. |
||||||||||||||||||||||||
| Jørgen Lissner staðfesti slagið fyri meg. | ||||||||||||||||||||||||
DK NÅLETRÆSNUDEBILLE Hylobius abietis |
||||||||||||||||||||||||
Líggjas Hansen fann hesa klukkuna, ið hoyrir til Trantklukkuættina, í Kollafirði 1. august 2007. Á donskum eitur hon Stor nåletræsnudebille. |
||||||||||||||||||||||||
DK BLÅ TRÆHVEPS Sirex juvencus |
||||||||||||||||||||||||
Robert Thomsen fangaði hesu flottu vespuna DK Blå Træhveps Sirex juvencus í Tórshavn tann 9. juli 2007. |
||||||||||||||||||||||||
DK SNYLTEHVEPS Rhyssa persuasoria |
||||||||||||||||||||||||
Hesa flottu DK "snylte"vespuna kom Rúni Andersen við 16. mai 2007. Hon er helst komin inn saman við eini sending av timbri. "Snylte"vespa sæst í nálaskógi á sumri og har sæst hon bora djúpt inn í trø til tess at koma í nánd av reivveruni hjá DK Stor Træhveps, sum hon so víggjar á (leggur eggini á). |
||||||||||||||||||||||||
SKINFLUGUR |
||||||||||||||||||||||||
Í 2005 og 2006 hava umleið 20 fólk savnað skinflugur kring Føroyar. Tilsamans var fongurin umleið 1300 skinflugur, og ætlanin er at halda fram við at savna í 2007. Alt bendir á, at stórur munur er á sløgunum frá oyggj til oyggj, og eitt fyribils úrslit millum tær 1300, sum eg havi býtt í sløg, sær soleiðis út: |
||||||||||||||||||||||||
Calliphora vicina Rob. ♀ |
Calliphora uralensis Vill. ♂ |
Calliphora vomitoria L. ♀ | Protophormia terraenovae Rob. ♂ | Cynomya mortuorum Linn. ♂ | ||||||||||||||||||||
|
|
||||||||||||||||||||||||
|
Í 2004 vóru 14 nýggj sløg av Lepidoptera funnin í Føroyum |
|||
| Av nýggjum sløgum var 1 hannur av slagnum Diarsia rubi (Vieweg, 1790) funnin í Kunoy antin 21. ella 22. juli. | Av nýggjum sløgum var 1 hannur av slagnum Aethes smeathmanniana (Fabricius, 1781) funnin í Nólsoy 9. august. | ||
Nú eru meyrur og ongsprettur
eisini funnar í Føroyum |
|||
|
||||||||||||||||||
|
|
||||||||||||||||||
|
Nýggj lús Actornithophilus piceus lari funnin í Nólsoy |
||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||