FUGLAR
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini
ÓHUGNALIG TÝÐINDI ÚR RØST Í NOREGI

Puffin graph

Hendan stabbamyndin er gjørd av einum tí kendasta lundaekspertinum í heiminum Dr. Tycho Anker-Nilssen, Senior Research Scientist, NINA, Norwegian Institute for Nature Research.
Vit hava tíverri ongantíð gjørt nakra líknandi kanning her á landi, men stabbamyndin, sum vísir gongdina hjá lundastovninum á Røst í Noregi, kan lættliga brúkast til at samanbera gongdina hjá tí føroyska lundastovninum.
Fyri umleið 20 árum síðani varð føroyski lundastovnurin mettur at verða umleið 600.000 pør, tað er tað sama sum á Røst, og líka síðan hevur føroyski lundastovnurin verið í afturgongd. Vanliga roknað vit við eini javnari afturgongd hjá føroyska lundastovninum, og serliga, tá fleiri vánalig ár koma á rað og eingin pisa kemur undan; men útrokningar hjá Tycho Anker-Nilssen prógva, at "hansara" lundastovnur hevur eina afturgongd upp á 7% um árið - sum eisini sæst á hansara prognosu.
Eg ivist ikki eina løtu í, at hansara útrokning eisini er galdandi her hjá okkum. Hetta merkir, at føroyski lundin er útdeyður umleið ár 2025 – ella um 12 til 15 ár, um framhaldandi verður fleygað, eins og vanligt. Eg vil leggja dent á, at Tycho Anker-Nilssen hvørki kemur við gitingum ella bara sleingir nøkur tøl út; men at ógvuliga neyvar kanningar liggja aftanfyri alt, hann ger.
Higartil hevur tað ikki eydnast okkum at fáa lundan friðaðan kring landið, hóast øll kenna til tey seinnu mongu árini við ongari pisu. Heilt ófatuligt!
Um eingin fleygalundi verður í summar, er eingin vandi, tí so hava vit bara ta árligu vanligu afturgongdina á 7%; men verður eitt gott fleygaár, verður tað ein vanlukka fyri lundan, tí tá verður bara gamal verpingarfuglur fleygaður um alt landið, tí eingin pisa er komin undan seinastu 7 árini. Tí er okkara fiskimálaráðharri Jákup Mikkelsen maðurin ið avger, um vit skulu royna at tálma afturgongdini, ella um vit bara skulu lata standa til!
Nú vit skriva 19. januar 2012 ræður nærum lógloysi á økinum. Lundin fær bert frið, har fleygamenn kenna ábyrgd av stovninum og har grannastevna verður hildin, sum til dømis í Mykinesi.

Veiðihagtøl fyri lunda


RINGMERKING AV LOMVIGARPISUM
Lomvigarpisa / Uria aalge young
25.07.2011 vóru Bjarki Henriksen, Hendrik Egholm, Atli Jensen, Sandoy, Sjúrður Joensen (í Koltri), Jens Jákup Hansen frá Sjónvarpinum og eg - Jens-Kjeld Jensen, við Steinin millum kjálkar - tað vil siga Koytukjálkar og Brekkukjálkar í Lonini á Sandoynni, og ringmerktu lomvigarpisur.

Sjá tær einastandandi myndirnar og les nærri her


RINGMERKING AV SKÚGVAPISUM

Sjúrður Hammer við eini skúgvapisu / Stercorarius skua Skúgvur / Stercorarius skua Sjúrður Hammer við eini skúgvapisu / Stercorarius skua

Skúgvur / Stercorarius skua Skúgvur / Stercorarius skua Skúgvur / Stercorarius skua Skúgvur / Stercorarius skua

08.07.2011 vórðu eg og Sjúrður Hammer í Skúgvi og ringmerktu skúgvapisur. Hóast mjørka, sirm, sól og stundum regn, merktu vit 12 pisur, sum helst er umleið 20% av skúgvapisunum í oynni.

EITT FITT PAR
Villdunna / Anas platyrhynchos & Seglont / Aix galericulata
Slepp tær burtur - eg eigi hann!

Villdunna / Anas platyrhynchos & Seglont / Aix galericulata Villdunna / Anas platyrhynchos & Seglont / Aix galericulata Villdunna / Anas platyrhynchos & Seglont / Aix galericulata Villdunna / Anas platyrhynchos & Seglont / Aix galericulata

Villdunna / Anas platyrhynchos & Seglont / Aix galericulata

Um hendan vildunnan og seglantarsteggin kundu havt ynglað saman, hevði tað velt stóran skaða millum føroysku antarfuglarnar; men tíbetur kunnu tey ikki fáa ungar saman. Tey eru so forlipt í hvørjum øðrum, so sig tað ikki við tey :o)

ER HETTA Í LAGI?

Lunda útflyting


FØROYSKI BÚFUGLURIN DOYR Í HUNGRI
 Lundi / Fratercula arctica, Skálabotnur 23.05.2011
Ein syndarlig framhaldssøga!

Alt bendir á, at 2011 verður 7 fellisárið á rað hjá føroyska lundanum. Nógvir komu á land umleið 28. og 29. april og síðan tá hevur so gott sum eingin lundi verið at sæð á landi, hóast lundin skuldi havt vorpið um 20. mai. 28. mai sóust fleiri stórir stimar av makreli í Nólsoyarfirði. Plantuætið kom alt ov seint og nøgdin var eisini alt ov lítil, so eingin føði er til nebbasildina - sjá máting frá Havstovuni

2011 verður tí helst til sjeynda fellisárið á rað hjá eitt nú lundanum, ternuni og kjógvanum.


PLASTIKK Í NÁTUM
Í sambandi við dálkingina av nátum, hevur Jan Andries van Franeker enn einaferð verið í Føroyum í 2011 fyri at kanna, um nátin hevur meira ella minni av plastikki í maganum enn fyrr. Hesu ferð var Elisa Bravo Rebolledo saman við honum. Úrslitið av kanningini kemur væntandi seinni.
Jan Andries van Franeker & Elisa Bravo Rebolledo 14.05.2011 Elisa Bravo Rebolledo 14.05.2011 Jan Andries van Franeker, Elisa Bravo Rebolledo & Jens-Kjeld jensen, Gjógv 14.05.2011

Poul Johannes Simonsen & Elisa Bravo Rebolledo, Hvannasund 14.05.2011 Jan Andries van Franeker, Jens-Kjeld jensen & Poul Johannes Simonsen, Hvannasund 14.05.2011

Jan Andries van Franeker, Elisa Bravo Rebolledo, Jens-Kjeld Jensen, Marita Gulklett, Poul Johannes Simonsen & Martin Simonsen, Viðareiði 14.05.2011
Sjálvandi vóru vit eisini á fleyg saman við Poul Johannes Simonsen á brøttu rókunum á Viðareiði

Elisa Bravo Rebolledo 20.05.2011, NGS Elisa Bravo Rebolledo 20.05.2011, NGS Elisa Bravo Rebolledo 20.05.2011, NGS

Her leitar Elisa Bravo Rebolledo eftir plastikki í nátamagunum. Hon sáldar alt gjøgnum fínari meskur enn Franeker, fyri at vita, um hann nýtir ov stórar meskur.

FRIÐING AV LUNDANUM
Lundi / Fratercula arctica

Longu tann 16.01.2011 sendi eg bræv til Jákup Vestergaard við áheitan um at fá lundan friðaðan í 3 ár vegna stóru afturgongdina í stovninum.

Vegna tað, at eingin pisa er komin undan seinastu 7 árini, hevur bert verið fleygað av sjálvum lundastovninum, og tað merkir ein enn størri afturgongd enn vanlig vánalig ár. Á nøkrum plássum hava fleygamenn sjálvir valt at friða lundan; men als ikki alla staðni - tí er ein fyribils friðing alneyðug.
Vegna forfall av ymiskum orsøkum, hoyrdi eg ongantíð aftur frá Jákupi Vestergaard, tí sendi eg enn eina umbøn um at fáa á lag ein fund við hann, og hon var gingin mær á møti 14.03.2011. Eg bað Berg Olsen og Janus Hansen koma við mær á hendan fundin, so teirra meining eisini kundi verða galdandi.
Hóast tíðin at leggja fram nýggj lógaruppskot er farin, lovaði Jákup Vestergaard at gera tað hann kundi, fyri at fáa lundan friðaðan næstu 3 árini, so nú er bert at bíða. Vónandi fæst hetta í lag!

Veiðihagtøl fyri lunda


EINGIN VEIT Á MORGNI AT SIGA, HVAR HANN Á KVØLDI GISTIR...

Ring No. 8A62059 Ring No. 8A62059 Ring No. 8A62059

05. december 2006 var Rúni Poulsen úti og egndi í sínum egningarskúri í Nólsoy. Hann legði tá til merkis, at 6 tjaldursgrælingar vóru komnir heilt innar í skúrið. Hann skundaði sær at lata hurðina sftur, so eg kundi ringmerkja teir. Eg ringmerkti allar 6, og tann eini fekk ein ring við nr. 8A62059 á beinið. Hesin tjaldursgrælingurin hevur verið í vetrarvist í Nólsoy hvønn vetur síðani tá, og hann hevur altíð hildið til á sama stað. Hann var eisini her lagnudagin 02. februar 2011, tá ein svangur smyril legði á hann aftanífrá og drap hann. Smyrilin misti tjaldursgrælingin, tá Marnar á Skúr kom framvið, so í hansara hondum endaði nr. 8A62059.

ROTTERDAM OG DÁLKING
Rotterdam er kendur fyri at hava nakrar av heimsins strangastu reglum - um ikki tær strangastu - viðvíkjandi dálking av havi og burturkasti sum heild. Havnamynduleikarnir gera eitt megnar arbeiði í at hindra allari dálking, so teir spæla ein stóran leiklut viðvíkjandi verjuni av hollendsku náttúruni. Nú hava havnamynduleikarnir so eisini framleitt ein film, har tann kendi Jan Andries van Franeker, dr. hevur leiklutin sum hann sjálvur. Franeker er kendur fyri sínar kanningar av serliga plastikki í sjófugli, og hesar kanningar umfata eisini føroysku nátarnir. Vit kunnu læra sera nógv av hesum filminum!
Any Waste Any Time - 1. partur

Any Waste Any Time - 2. partur


DRUNNHVÍTI Hydrobates pelagicus

Drunnhvíti / Hydrobates pelagicus Jesper Johannes Madsen & drunnhvíti / Hydrobates pelagicus Drunnhvíti / Hydrobates pelagicus
November mánaði er tíðin, har drunnhvítaungarnir eru floygdir. Seinastu dagarnar hava fleiri ungar verið at sæð millum annað í Nólsoy. Tann, ið Jesper Johannes Madsen heldur á myndini, varð fangaður 10.11.2010 á Sundi. Hann var síðani ringmerktur og sloppin leysur í Kirkjubø.

Drunnhvíti / Hydrobates pelagicus Drunnhvíti / Hydrobates pelagicus Drunnhvíti / Hydrobates pelagicus


2010 VERÐUR ENN EITT FELLISÁR HJÁ FØROYSKA LUNDANUM

Nú sætta árið á rað gongur av skriðuni til hjá føroysku lundunum. Umframt tað, at teir ikki hava vorpið, eru nógvir longu funnir deyðir í hungri. Nú fleygatíðin er um at byrja, hava so gott sum eingir lundar verið at sæð í bølunum kring landið.
Um nakar av teimum gomlu lundunum skuldu vent aftur til bølini fyri at lodda dýpið og gera klárt til næsta ár, er tað mín vón, at fleygamenninir kring landið nýta vit og skil og ikki fara á fleyg nú í 2010, tí hóast lundin ikki er friðaður, hevur hann longu sum er, sera daprar framtíðarvónir.  

Lundar / Lunder / Puffins.
Í ár hevur óvanliga nógvur makrelur verið kring oyggjarnar, og nógvir sjómenn halda, at hann hevur etið ta støddina av nebbasild, sum lundin vanliga livir av.
Dagføring 15.07.2010
Tær fáu ternurnar, ið vurpu í ár, hava givið skarvin yvir, og eru rýmd frá eggum og ungum.
Lundin sæst nærum ikki - nú ein dagin vóru 5 lundar í tí stóra bølinum í Nólsoy, og tað er met í ár!
Hjá ritunum sá støðan betur út og nógv reiður vóru; men nú doyggja ritupisurnar eisini.
E.S. Støðan tykist verða tann sama í Suður- og vesturíslandi og á Røst í Lofoten, Noreg.

Dagføring 04.08.2010
Riturnar fingu bert fáar floygdar ungar í summar, og stóri spurningurin er, um hesir fara at yvirliva í vetur, tí teir vóru ikki serliga væl fyri.
Karsten Larsen taldi ritupisurnar í einum minni bøli í Mykinesi og úrslitið var <0,15 pisa í hvørjum reiðri. Sama teljing í Viðoy gav <0,20 pisa í hvørjum reiðri.
Eitt knappligt illveður tveir dagar í summar skolaði nøkur av teimum niðastu reiðrunum í Mykinesi á sjógv; men tað er so ikki orsøkin til hesa vánaligu úrkomuna.

Dagføring 12.08.2010
Íslendingar halda eisini, at makrelurin etur føðina frá búfuglinum – les áhugaverdu greinina


AFTUR Í 2010 DOYR BÚFUGLURIN Í HUNGRI
Nólsoy 29.05.2010
Longu 28. apríl 2010 lógu riturnar og fiskaðu eftir æti og aðrari føði tætt við bygdina í Nólsoy, og tað er altíð eitt dapurt tekin. Nú ein mánað seinni reka deyðir og hálvdeyðir lundar á land, har ættin rekur at. Alt bendir á, at lundarnir eru deyðir í hungri, og tað samsvarar eisini við tað, eg havi hoyrt frá fuglaplássunum - at alt ov fáir fuglar eru at síggja í bølunum. Lundi / Puffin / Fratercula arctica grabae.

LJÓSAMORREYÐUR RAVNUR
Ljósamorreyður ravnur
Nógv hevur verið skrivað um tann seinasta bringuhvíta ravnin, sum var skotin í 1902. Har aftrat hava vit kunnleika um ein hvítravn frá 1910 og ein frá 1915; men tíðarfestingin á hesum báðum seinnu er helst ikki røtt.  

Vit hava kunnleika um í minsta lagið 19 útstappaðar kring allan heimin. Ein av teimum er hesin føroyski útstappaði úr Leiden savninum í Hollandi, sum Hein van Grouw stendur við á myndini.
Á heysti 2007 var ein ljósamorreyður ravnur ravnur skotin úti í Fugloy (sjá myndina omanfyri). Hesin kundi ikki reiðiliga flúgva, og var tí happaður av krákunum alla tíðina. Síðani tá eri fleiri aðrir ljósamorreyðir ravnar sæddir hendinga ferð.
Ljósamorreyður ravnur hevur ofta ringar fjaðrar, sum ikki halda kuldanum úti, tískil má mann rokna við, at teir ikki kunnu yvirliva ein føroyskan vetur.
Fleiri hava sagt seg hava sæð bringuhvítan ravn, síðan tann seinasti var skotin í 1902. Ein skuldi verða sæddur á vetri 1947, ein annar á heysti 1948 í Nólsoy (Ryggi 1951) og tann triði um páskirnar 1965 nær Sandvík (Nolsøe & Jespersen 2004). Um tað veruliga hevur verið talan um bringuhvítar ravnar, sum fólk hava sæð, so haldi eg tað verða sera løgið, at teir bert eru sæddir eina ferð. Ei heldur trúgvi eg, at bringuhvítir ravnar kunnu hava flogið kring oyggjarnar í fleiri ár, uttan at nakar annar hevur varnast teir. Bringuhvítu ravnanir hava fínar fjaðrar og skuldu kunna klára seg eins væl og tann vanligi ravnurin. Her vil eg viðmerkja, at elsti ringmerkti vanligi ravnurin vit kenna, var 21 ár og 11 mánaðir gamal, tá ringurin var avlisin.
Eg eri tí ikki í iva um, at allir teir bringuhvítu ravnarnir, sum hava verið fráboðaðir síðan 1902, hava verið ljósamorreyðir, og ikki bringuhvítir.

Hein van Grouw

EFTIR GRÁSÚLU Í MYKINESI SEPTEMBER 2009
Mykines 2. september 2009 Línan verður riggað til Menn draga ta tungu línuna Menn draga ta tungu línuna Esbern verður hálaður upp Grásúlufongur
Tað verpa umleið 2400 pør av súlum í Mykineshólmi, Píka- og Flatadrangi og stovnurin tykist at økjast. Mykinesmenn hava seinastu árini tikið umleið 350 grásúlur í miðal mánaðarskiftið august og september.
Náttina millum 1. og 2. september 2009 fóru mykinesmenn so aftur eftir grásúlu í Mykineshólmi og 4. september vóru teir á Flatadrangi. Teir veiddu 655 grásúlur, sum vórðu býttar millum eigararnar av jørðini og veiðimennirnar.
Stóra úrtøkan av grásúlu samsvarar væl við stóru nøgdirnar av makreli og deils eisini nebbasild, sum hava verið at sæð í ár, so súlustovnurin hevur tað gott, hóast regluligu veiðuna.

NÓLSOYINGAR BJARGAÐU SÚLU Í NEYÐ
Súla, fløkt inn í net
Her verður súlan fangað
Pedda skerur netið av súluni
Og her flýgur ein glað súla
Hetta er tann umvenda verð!
Meðan mykinesmenn fyrireikaðu seg at fara eftir súlu, mannaðu 3 nólsoyingar bát, til at bjarga eini súlu í svárari neyð.

Eitt er, at vit halda, at tjøldur eiga at ganga í hafti; men nú er tað so tíverri eisini blivið gerandiskostur at síggja fugl flúgva runt við trolleivdum og øllum møguligum øðrum lorti hangandi undan sær. Hvussu nógvur fuglur mann verða so heppin sum hendan súlan úti í Nólsoy, sum fekk 3 mans at loysa seg úr haftinum?

Og so reypa vit av at hava verðins reinasta hav...

Benny, Ba & Pedda 01.09.2009

BÚFUGLURIN DOYR!

Ternupisurnar í Nólsoy og ritupisurnar í Mykinesi byrjaðu at doyggja í hungri 20. juli 2009.

Marnar á Skúr savnar deyðar ternupisur saman.

2009 tyktist annars verða eitt valaár fyri føroyska búfuglin. Seinast í juni og fyrstu 14 dagarnar av juli var ov mikið til av nebbasild, so ternurnar flugu við bæði 2-3 og 4 nebbasildum, hvørja ferð, tær vendu heim til pisuna. Brádliga kom vend í - tær vóru longri á sjónum, og komu bert inn við einari nebbasild hvørja ferð, og nú tann 23. juli doyggja so ternu- og ritupisurnar frá hond.

Bara ta einu náttina millum 23. og 24. juli doyðu 231 ternupisur í bølinum í Stokkvík í Nólsoy!
Náttina millum 24. og 25. juli doyðu 270 ternupisur á sama stað.
231 deyðar ternupisur.
Í dag 25. juli, sóust nakrar ternur flúgva við nebbasild í Nólsoy - møguliga, tí ættin nú er sunnan, og enn eru umleið 100 ternupisur á lívi í bølinum í Stokkvík. Eg havi tosað við fólk runt alt landið, og tey siga sum heild frá tí sama, sum í Nólsoy; men onkur letur væl at og sigur, at tað sær heilt gott út.
Hetta verður so fimta botnár á rað hjá búfuglinum , og tað skuldi verið løgið, gerst støðan ikki tann sama hjá lundapisunum.

LJÓSIR STARAUNGAR Í NÓLSOY AFTUR Í 2009
Triðja árið á rað hevur eitt vanliga litt starapar í Nólsoy fingið ljósar ungar: Í 2007 fingu tey 1 ljósan unga og ein vanliga littan, í 2008 3 ljósar ungar, har tann seinasti doyði í mars 2009, og í ár fingu tey 2 ljósar ungar og ein vanliga littan.
Á tí eini av hesum myndunum frá juli í ár sæst pápin saman við tríburðunum. Onkurs vegna er góðskan ella tilfarið í ljósu fjaðrunum ikki nóg góð, til at ljósu stararnir kunna liva veturin av.

TERNURNAR Í NÓLSOY TRÍVAST VÆL SUMMARIÐ 2009
Higartil tykjast ternurnar í Nólsoy trívast sera væl nú í summar. Fleiri hundrað pør eru beint norðan fyri bygdina, og nógvar ternupisur eru hálvvaksnar nú miðjan juli. Foreldrini bera unganum nebbasild alla tíðina og kunnu hava so mikið sum 4 nebbasildir í nevinum heim aftan á veiðuferð.

"NÁTAVAVGREYTUR"
14.05.2009 fóru Jan Andries Van Franeker og Jens-Kjeld ein túr til Leirvíkar at hyggja eftir nátum. Her eru nakrar myndir frá teirra túri.
Í Streymnesi funnu vit ein gamlan lunda og ein lomviga - báðir vóru deyðir av hungri. Daprar vónir fyri summarið...

Jan Andries Van Franeker / IMARES
Hetta var í maganum á einum føroyskum náta. Mynd: Van Franeker / Alterra
Jens-Kjeld Jensen
Síðan 2003 hava Føroyar verið við í EU kanningini "Save the North See" sum tað landið, har londini við dálkaða havumhvørvinum verða samanborin við. Vit hava altíð reypa av okkara reina havi, men heilt so væl stendur ikki til. Føroysku nátarnir eru eisini fullir av plastikki, og hóast tað ikki stendur so illa til, sum í hinum londunum í EU, hava vit einki at reypa av, og vit hava heldur onga umbering fyri bert at lata standa til, og einki gera.
Nólsoy
Nátar
Her eru tvinnar av sera áhugaverdu frágreiðingunum, sum IMARES hevur latið úr hondum

NÁTAUNGATÍÐ
Í 2008 fóru teir fyrstu nólsoyarbátarnir eftir nátaungum 26. august. Væntast kann, at seinasti dagur verður umleið 10. september, tí nátaungarnir tykjast vera rættiliga javnir á vøkstri.
Fleiri av bátunum fáa millum 100 og 300 nátaungar um dagin; men bátarnir frá Hvannasundi, sum liggur nær við tey størstu bølini, fáa upp móti 900 nátaungar um dagin - men sundamenn hava eisini sera skjóttgangandi bátar.

Nátin hevur verið í støðugari afturgongd seinastu 20 árini, og í dag koma umleið 50 % færri nátaungar á sjógvin. Tað sigur seg sjálvt, at so verður eisini væl minni at fáa í glúpin.

Á myndunum omanfyri síggjast nólsoyarbrøðurnir Brynjálvur og Finnbogi royna eftir nátaungum í blikalogn eystan úr Nólsoynni 28.08.08.

TJALDUR VER VÆLKOMIÐ TIL OKKUM HEIM
Tjaldur, deytt í hafti / Strandskade, død af uld om benene / Oystercatched wrapped in wool and dead. Tjaldur, deytt í hafti / Strandskade, død af uld om benene / Oystercatched wrapped in wool and dead.
Myndir tiknar í Nólsoy 03.08.08
“Tjaldur ver vælkomið til okkum heim”...
Ja, enn einaferð bjóðaðu vit tær vælkomnum heim aftur til okkum!
Vit saknaðu teg og vóru væl fyrireikaði at taka móti tær – tú okkara tjóðfugur.

Eins og altíð, so lá lesullin klár á trøðunum, so tú kundi fjálga tær føturnar...
Nylonið lá eisini klárt til at styrkja um lesullina, so hon helt enn betri, tá hon skar beinini yvir á tær...
Var tað ikki nóg mikið, lá nógv annað klárt at taka ímóti tær – togendar, rustaðar hegnsrullur, ymisk bond og enntá píkatráður, so ikki kanst tú siga annað, enn at tú vart okkara vælkomni gestur. Tú okkara tjóðfuglur...


NÝGGJ ÁHUGAVERD BÓK UM LUNDAFLEYG Í NÓLSOY
Jens-Kjeld Jensen hevur nú skrivað eina bók um lundafleyg í Nólsoy. Bókin er 88 síður í vavi og fagurt skrýdd við nógvum myndum - flestu nýggjar, men eisini eldri og meira sjáldsamar. Somuleiðis eru ymiskar tekningar og kort í bókini.
Lundabókin.
Lundabókin - baksíðan.
Henda bókin er tann fyrsta av sínum slag og eisini tann fyrsta, ið lýsir, hvussu oyggjafólk hava verið noydd at liva í samráð við náttúruna. Til ber t. d. at lesa um og síggja, hvussu ein fleygastong er gjørd, um fleygarættindini, um gomul og nýggj mát, um lundastovnin og Urðina í Nólsoy og um støðuna hjá føroysku búfuglunum. Somuleiðis greiðir Jens-Kjeld frá sínum sjónarmiðum viðvíkjandi niðurgongdini hjá føroysku búfuglunum.

Lundabókin kostar 250 kr. + porto 35 kr. Bílegg hana her


Keyp føroysku týðingina av lundabókini her


Nólsoy 17. juli 2008
Ternupisa / Havterneunge / Arctic tern pullus.
Skúgvur í ternubøli í Nólsoy / Storkjove i ternekoloni på Nólsoy / Great skua in an Arctic tern colony in Nólsoy.
Deyð ternupisa / Død havterneunge / Dead Arctic tern pullus.
Æða á reiðri / Edderfugl på rede / Eider's nest.
Ein av teimum fáu livandi ternupisunum í Nólsoy fjalir seg væl. Ein einsamallur skúgvur fær sær eina búrmáltíð av ternueggum og deyðum pisum.
Ein tíverri heilt vanlig sjón seinastu árini...
Men onkrum er lív lagað?

Lundin í Urðini í Nólsoy er friðaður frá 15. juni 2008 til 15. juni 2010
Bólstaður, Nólsoy. Urðin, Nólsoy. Urðin, Nólsoy. Urðin, Nólsoy.

15. juni 2008 samdust tey 3 hagastýrini í Nólsoy at friða lundan tey næstu 2 árini. Tað merkir, at ikki er loyvt at fleyga lunda í sjálvari Urðini. Tó verður loyvt at fleyga sær til eitt kók í Nýggjurð, ið liggur norðan fyri gomlu Urðina.

Orsøkin til at henda avgerð var tikin er, at sera illa hevur staðið til við lundanum seinastu 4 árini. Haraftrat fekk Urðin stóran skaða í landnyrðingsbriminum mánaðarskiftið feb. - mars 08, tá ein stórur partur av sjálvari Urðini skolaði í havið. Tá rapaðu 5 av 12 fleygasessum, umframt at 2 aðrir fingu stóran skaða.
Myndirnar omanfyri eru tiknar beint aftan á brimið, og lætt er at síggja, hvussu illa brimið er farið við gomlu Urðini. Á myndini niðanfyri sæst Nýggjurð.
Nýggjurð, Nólsoy.

Nýggjur bóklingur útgivin

H. N. Jacobsens bókahandil hevur útgivið ein bókling um allar teir føroysku verpingarfuglarnir. Hesin bóklingurin er kærkomin, tí hetta er fyrstu ferð, at nakar bóklingur er útgivin í Føroyum, har allir teir føroysku verpingarfuglarnir eru umfataðir við bæði teksti og mynd.

Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað bóklingin, ið fæst til keyps hjá í handlinum og á teirra heimasíðu www.hnj.fo

Bóklingur um føroysku verpingarfuglarnar.

Tjaldursgrælingur Arenaria interpress
Tann 9. marts 1998 ringmerkti eg 5 tjaldursgrælingar við havnina í Nólsoy, og ein av teimum fekk ringnummarið 8864314. Seinastu tíggju vetrarnar havi eg eygleitt ringmerktar tjaldursgrælingar á júst sama stað, men tað hevur ongantíð eydnast mær at fanga nakran av teimum. Men 21. mars 2008 - gott 10 ár seinni, var eg so heppin, at Hans Eli Sivertsen var í Nólsoy við sínum myndatóli. Millum annað tók hann fleiri myndir av hesum eina av "mínum" tjaldursgrælingum í so góðari góðsku, at lætt var at lesa ringnummarið.
Arenaria interpress
Aðrar fráboðanir av ringmerktum tjaldursgrælingum í Føroyum benda á, at hesir helst verpa í Norðurgrønlandi ella heilt yviri á Ellesmere Island.

Døpur útlit fyri fuglin í 2008!
15. januar 2008 fann Meinhard Hansen 5 deyðar úthungraðar lundar í Funningsbotni, og dagin eftir, fann hann 1 aftrat.
18. januar fann Hans Eli Sivertsen 9 deyðar úthungraðar lundar við lendingina í Lamba.
25. januar fann Marnar á Skúr ein gamlan úthungraðan lunda í Nólsoy, sum doyði somu nátt.
27. januar fann eg so sjálvur 1 úthungraðan lunda í Nólsoy.
Út frá støddini vil eg meta lundarnar at vera norskar.
Frá seinast í oktober og til miðjan november 2007 sóust útrúliga nógvar álkur tætt við land; men tær hvurvu eins brádliga, ið tær vóru komnar. Og lomvigarnir, sum skuldi ligið nær landi seinastu mánaðirnar, hava ikki verið at sæð alt heystið. Lítið hevur eisini verið til av valmása og lítlum valmása.
Marnar á Skúr.

Krikamerkt grágás
Hetta er aðru ferð, at ein krikamerkt grágás er fráboðað úr Føroyum. Rodmund á Kelduni sá og avmyndaði grágásasteggjan við appelsingula ANC merkinum um krikan í Sørvági 18.10.07.
Anser anser.
Bob Swan, sum merkti grágásina sum ein gamlan steggja í Skotlandi 30.11.2003, hevur eisini merkt lomvigar á Isle of Canna, og fleiri av teimum eru fráboðaðir aftur úr Føroyum.
Hesin grágásarsteggin reiðrast helst í Íslandi, hóast hann ikki er fráboðaður haðani enn.
Her sæst, hvaðani grágásin er fráboðað, síðan hon var merkt á fyrsta sinni.
COANCH - Lintrathen Loch, Tayside, Scotland 0-11-2003
COANCH - Easter Rarichie, Balintore,Rossshire - 19-12-2004
COANCH - Easter Rarichie, Balintore,Ross-shire - 26-12-2004
COANCH - Rennibister, Firth, Orkney - 10-11-2005
COANCH - Hackland, Rendall, Orkney - 28-12-2005
COANCH - The Loons, Orkney - 25-11-2006
COANCH - Isbister, Orkney - 14-03-2007
COANCH - Ytri Suðurtriðingur, Vágar, Faeroes -18-10-2007

Bekymringsfull utvikling for sjøfugl i Vest-Norden

Klimastyrte endringer i havet har nærmest slått ut flere ledd i næringskjeden til sjøfugl i nordiske farvann. De få fuglene som møter opp på hekkeplassene sliter med å finne nok mat, og få unger lever opp. De omfattende og komplekse endringene som nå skjer i havet, gjør at det er viktigere enn noen gang å kontrollere de andre faktorene som påvirker sjøfugl negativt, som for eksempel fiskerier, oljeforurensning, miljøgifter og jakt. Det er rådet fra en ekspertgruppe som for en drøy uke siden var samlet på Færøyene.

Les mer i denne pressemeldingen PDF
Rødnebbterne - Copyright: Morten Ekker

Tore Høyland
Informasjonsrådgiver, Direktoratet for naturforvaltning
(Adviser, Directorate for Nature Management)
Tlf.: +47 73 58 06 28, mobil: +47 99 39 60 25


Sera áhugaverd "skølta" síða:The Seabird Osteology Pages


Staraungi - Sturnus vulgaris faroenisis.

Nógvir staraungar verða ringmerktir í helgolandsrúsuni í í Nólsoy á hvørjum ári. Leggið til merkis, at føroyski staraungin er sera dimmur á liti - tað er tí hann hoyrir til undirslagið Sturnus vulgaris faroensis.

Føroyskt ringmerktur skrápi funnin deyður í Danmark

Skrápur merktur 29.8.1991 í Skúgvi. Funnin deyður á Omø Nordveststrand, vestan úr Skælskør,  Danmark 27.6.2003.  

Higartil eru tilsamans 850 skrápur og lírar ringmerktir í Føroyum. Fráboðanin omanfyri er tann næsta úr útlondum, so ikki kann sigast, at vit fáa nógvar fráboðanir aftur um henda fuglin.

Tann fyrsta fráboðanin um líra var um ein, sum var ringmerktur í Nólsoy 12. september 1995, og sum so var funnin deyður 11. november 1996 í Rockaway beach, New York City. So ikki kann sigast annað, enn teir føroysku skráparnir ferðast víða – til Skælskør í Danmark og so heilt til New York í USA!

Skúvoyingurin Hermann merkir ein skráp í brattlendinum í Skúvoy.


"TJALDUR VER VÆLKOMIÐ TIL OKKUM HEIM"

 
Tjaldur verður loyst úr hafti.
Tjaldur í hafti.
Beinini eru nærum kvett av...

Ja, soleiðis syngja vit á hvørjum ári, til tess at bjóða tjóðfugli okkara, tjaldrinum, vælkomnum heim aftur á klettarnar!

Vit gleðast yvir hvønn tjaldursunga vit síggja, og eru ikki sørt erpin um, at onkra staðni her heima trívist tjaldrið so gott, at tað verður verandi har allan veturin.

Men tíverri eru ikki øll tjøldrini líka heppin. Á hvørjum ári doyggja alt ov mong av teimum fløkt inn í ullarlagdir og í leivdum av nyloni og øðrum tílíkum óruddi, sum fólk bara tveita frá sær, har tey standa, mitt í bønum.

Hóast nógv hevur verið tosað og skrivað um, hvussu óheppið tað er fyri tjaldrið at verða fangað í hafti, er støðan einki broytt - tað tykist verða ógjørligt, at fáa ánararnar av teimum ymisku teigunum at rudda upp eftir sær!

Tað ger tað ikki betri, um tjaldrið er ringmerkt, tí tá fløkist tjaldrið nógv lættari í ullini!

Enska felagið BTO (British Trust For Ornithology) ringmerkir nógv tjøldur á hvørjum ári, og hóast vit fleiri ferðir hava heitt á bretarnar um at seta ringin oman fyri knæið á tjaldrinum, so hann ikki gerst fastur í ullini, so vilja teir ikki broyta teirra "habit" - men halda bert framm, sum teir plaga...

At enda vil eg viðmerkja, at hetta vakra tjaldrið á myndini doyði dagin eftir, at tað var loyst úr hafti. Og hetta er sanniliga hvørki tað fyrsta ella seinasta tjaldrið, vit hava loyst úr hafti. Ein stór skomm!

Vónandi lærir onkur nakað av myndunum...


Stiðjabarmur í Nólsoy 17.07.04 kl. átta á kvøldi

Lundi. Lundi. Lundar. Lundar. Lundar.


Títlingskongur / Regulus regulus.

Títlingskongur Regulus regulus  

Títlingskongur er ein vanligur gestur her á landi bæði heyst og vár. Hesin avmyndaði steggin var fangaður í helgolandsfelluni í Nólsoy, og fleyg avstað aftur við einum ringi um annað beinið!

Stiðjabarmur í Nólsoy 07.07.04 kl. átta á kvøldi

Lundar. Lundar. Lundar. Lundar á Stiðjabarmi.

Lundin er komin, men enn er alt ov tíðliga at gita um, hvussu tað fer at hilnast hjá honum í ár.

Hvussu hilnaðist summarið 2004 hjá lundanum?
Sum heild hilnaðist summarið 2004 illa hjá lundanum. Hann varp seint, og teir fáu ungarnir, sum komu undan, vórðu ikki floygdir fyrr enn seinast í august mánaða. 
Tilsamans vórðu gott 5000 lundar fleygaðir í Nólsoy, og seinasti fleygadagur var tann 28. juli.

Torlakkur við lundabyrðu. Torlakkur við lundabyrðu.

Vegna vantandi føði hava nógvir av føroysku svartfuglunum liðið hungursdeyðan í 2003. Eitt nú doyðu mest sum allar ternupisurnar 26. juli í einum av størstu bølunum í Nólsoy.
Støðan hevur stórt sæð verið tann sama í mest sum øllum grannalondum okkara - t.v.s. í Noregi, Íslandi og í Hetlandi.
Vert er at viðmerkja, at nebbasildin hvarv úr Norðuratlantshavinum tann 9. juli.


Er havið kring Føroyar so reint, sum vit halda?

Gamal náti. Mynd: Van Franeker/Alterra.

Photo: Jens-Kjeld Jensen

Photo: Jens-Kjeld Jensen

Photo: Van Franeker/Alterra.

Photo: Van Franeker/Alterra.

Poul Johannes Simonsen og Van Franeker kanna nátamagar.

Hetta var í maganum á einum nátaunga úr Nólsoy.

Hetta var í maganum á einum Laysan albatross unga.

Laysan albatrossur gevur unganum.

Les Greinina úr Dimmu

Slóð: Norðsjóvarætlanin


Lomvigaregg.

Lomvigaregg

Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved