|
|
||
| Hattarmási Chroicocephalus philadelphia (Larus philadelphia) | ||
| Hattarmási er bert sæddur eina ferð í Føroyum, hesin var avmyndaður í januar 2012 | ||
Lítil valmási Larus glaucoides doyr í hungri |
||
![]() |
||
Lítil valmási Larus glaucoides verpur í Grønlandi og nakað longur í ein vestan verpur kumliensmási Larus glaucoides kumlieni, sum er eitt undirslag av lítlum valmása. |
||
| Dagføring 08.01.2012 | ||
| 08.01.2012 lá hesin lítli valmásin á kaini í Nólsoy, ov ússaligur at fara á flog. Hann orkaði bert at standa eina lítla løtu, áðrenn beinini smokkaðu undan honum. Hetta er ein hannur, sum vigar 575 g. Ein vanligur hannur í hesi støddini skuldi vigað í minsta lagið 300 g. meira. | ||
![]() |
||
Legg til merkis høvuðlúsina av slagnum Saemundssonia (Saemundssonia) lari (O. Fabricius, 1780) |
||
| Dagføring 11.01.2012 | ||
| 11. januar 2012 lógu 38 lítlir valmásar í briminum í Hálgutoft - beint sunnan fyri Klivar - og ótu reyðæti. Ein gamal hannur lá deyður uppi á landi, hann vigaði 489 g. Eingin nólsoyingur hevur nakrantíð fyrr sæð so nógvar lítlar valmásar í einum. | ||
| Kumliensmási Larus glaucoides kumlieni | ||
| Hesin gamli steggin var í Nólsoy 12.01.2012 | ||
Les greinina hjá DOF "Grønlandsk kulde sender arktiske måger til Danmark" |
||
Dimmur velreyði Phoenicurus ochruros |
||
| Hesin dimmi velreyðin er tann tíggjundi, ið er sæddur í Føroyum og tann fyrsti, ið nakrantíð er ringmerktur her á landi. | ||
| Roðaígða Carpodacus erythrinus | ||
![]() |
||
| 29.08.2011 ringmerkti eg 3 ungar roðaígður í Nólsoy. Tær vórðu fangaðar í helgolandsrúsuni. | ||
Tadorna cana |
||
12. mai 2011 vitjaði hendan Tadorna cana dunnan í Tórshavn. Hon stavar upprunaliga úr Suðurafrika, so hendan er helst ein, ið er rýmd úr fangilsi úr onkrum av grannalondum okkara. |
||
Fyri fyrstu ferð hevur blátíta Cyanistes caeruleus verið í Føroyum allan veturin 2010/2011 |
||
| 06.12.2010 varð blátíta Cyanistes caeruleus skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum. Eg rokni við, at blátítan er komin til Føroyar saman við teimum 4 stórtítunum í oktober. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at blátíta hevur livað allan veturin í Føroyum. | ||
| Fyri fyrstu ferð hevur stórtíta Parus major verið í Føroyum allan veturin 2010/2011 | ||
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava 4 stórtítur yvirliva veturin í Føroyum. Tað eydnaðist mær at ringmerkja eina av teimum. |
||
| Stórtíta Parus major | ||
|
||
| Fleiri stórtítir eru sæddar í Føroyum í oktober mánað í 2010, og hendan avmyndaða er ein av teimum. | ||
| Fyrstu ferð, stórtíta varð fráboðað í Føroyum, varð 02. mai 2003, tá 2 vórðu fangaðar í helgolandsfelluni í Nólsoy. Seinni vísti tað seg, at tær báðar vóru komnar við skipi til Føroyar, og at tann eina varð ringmerkt nær Holbæk í Danmark. | ||
| DK Rosenfinke Carpodacus roseus | ||
| Hendan finkan var fangað í Nólsoy 28.04.2003. Allahelst er hon sloppin úr einum búri og hevur so flogið til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, at DK rosenfinke er skrásett í Føroyum. | ||
| Fiskiørn Pandion haliaetus | ||
![]() |
||
![]() |
12.09.2010 kom skipið Viking Lady inn á Runavík við einari ungari fiskiørn omborð. Hetta vísti seg at verða ein ungi frá í summar. Fiskaørnin kom í pleygu hjá Hans Eli Sivertsen á Argjum, har hon millum annað var gødd við makreli. Jens-Kjeld Jensen ringmerkti ørnina 25.09.2010, og síðani var hon slept leys. |
![]() |
| Æða Somateria mollissima faeroeensis | ||
![]() |
||
![]() |
Á hvørjum ári síggjast fremmandar æður í Føroyum. Sum sæst á myndini, víkja tær ofta frá teimum føroysku í stødd, liti og ofta eisini sniðnum av høvdinum. Føroysku æðurnar eru búfastar og av undirslagnum Somateria mollissima faeroeensis, som telur um 7000 pør. | ![]() |
| Dvørgspurvur Emberiza pusilla | ||
![]() |
||
Tann fyrsti dvørgspurvurin í Føroyum var skrásettur í mars 2010, tá eg fekk henda avmyndaða steggjan sendan til útstapning. Síðani hetta er fyrsta skrásetanin av dvørgspurvi í Føroyum, verða nærri kanningar gjørdar viðvíkjandi umstøðunum, har hann var funnin. |
||
| Dagføring: Mær er sagt frá, at dvørgspurvurin lendi á einum fiskibáti umleið 10 míl eystan úr Fugloynni seint á sumri 2006. Tá var hann heilt útlúgvaður. | ||
| Rókur Corvus monedula | ||
|
||
![]() |
||
| Rókur er ikki vanligur gestur her á landi. Sambært Eiler Einarsson, Rituvík, vórðu 9 rókar í Rituvík 07.11.2009 og dagin eftir – 08.11.2009 - vórðu 2 í Nólsoy. Síðani tá hava 11 rókar verið í Havn, so møguliga verða teir verandi, nú teir longu hava búleikast her í 5 mánaðir. Tann 22.03.2010 vórðu 6 rókar at síggja við SMS, og tá eydnaðist tað mær at taka hesar myndirnar av teimum. |
||
| Dagføring: Nú vit skriva 31. mai 2010, eru ongir rókar at síggja, allir eru farnir avstað aftur. | ||
|
||
| Tjaldursgrælingur Arenaria interpres | ||
|
||
Tjaldurgrælingur hevur vetrarvist á sama stað, ár undan ári. Guy Morrison ringmerkti hendan gamli steggjan 1. juni 2008 í bygdini Alert á Ellesmere Island í Norðurcanada (82.30N - 62.20W). Hans Eli Sivertsen, Argir, sá tjaldursgrælingin fyrstu ferð tann 28. mars 2009 við Bacalao í Tórshavn. Í vetur sá HES hann aftur á sama stað. 1. februar 2010 tók Jens-Kjeld so hesar myndirnar av fuglinum. |
||
|
||
| |
||
| Vongblikut krossnev Loxia leucoptera | ||
![]() |
||
| Vongblikut krossnev er sjáldsamur gestur her á landi. Tað er skrásett 7 ferðirnar síðan 11. august 1898. Hesin áttandi gesturin, áður ein prúður ungur steggi - nú útstappaður, var funnin deyður í Suðuroy á sumri 2008. | ||
| Øsgulur ríðispurvur Embrezia hortulana | ||
| Hesa myndina tók Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi 24. oktober 2009. Fuglurin var eisini at síggja í Mykinesi dagin eftir. | ||
![]() |
||
| Øsgulur riðispurvur er funnin áður í Føroyum: Í 1926 var ein steggi funnin í Nólsoy. | ||
| Í døgunum 3. -5. november 1945 var ein steggi aftur sæddur í Nólsoy. | ||
| 2. mai 1947 var enn ein steggi sæddur í Nólsoy. | ||
Velbláur Tarsiger cyanurus |
||
|
Hesin "velblái" gesturin Tarsiger cyanurus var fangaður í Helgolandsrúsuni í Nólsoy 06.10.2009. Hetta er fyrstu ferð, at ein "velbláur" er sæddur í Føroyum, og helst kemur hann heilt úr Ruslandi. | |
Krossnev Loxia curvirostra |
||
| 28. juni 2009 sá Turið Vestergaard 6-8 krossnev í Trangisvági, Suðuroy, og síðani tá eru fráboðanir komnar inn um krossnev um alt landið. | ||
Krossnevini koma higar úr øllum Skandinavia vegna føðitrot í heimlandinum. Tey liva mest av fræ av grannkonglum, og finnast hesi ikki heima, leita tey út um landoddarnar í vón um betri. |
||
| Higartil eru fleiri krossnev funnin deyð. Avmyndaða gula bøgan var fangað av eini kettu úti í Nólsoy í dag tann 02. juli 2009. Í dag fangaði Agneta Jacobsen somuleiðis 3 krossnev í barnagarðinum í Nólsoy, og eitt av teimum er avmyndaði reyði steggin omanfyri. | ||
| Snjóugla Bubo scandiaca (Nyctea scandiaca) | ||
| Símun Petersen varð so heppin at avmyndað hesa snjóugluna 27. apríl 2009 í Gilinum á Høgaryggi, ið liggur millum Múlahaga og Krossdal á Borðoynni. Hetta er fjórða prógvaða fráboðanin síðan 1955, hinar tríggjar eru: Oktober 1990, Hvannasund, Viðoy: Bøga funnin deyð av Oskar Simonsen og Poul Johannes Simonsen. 30. juli 2001: Ein sædd norðan úr Saksun, Streymoy av Kirstin Blom, Bette Johansen og øðrum, myndaprógv. 11. september 2004: Trongisvágur, Suðuroy: Gamal hannur sæddur av Jens Petur Brattalíð. Mynd: Bjarni Nygaard. Fleiri aðrar snjóuglur eru ikki beinleiðis skrásettar; men ein Torvald skjeyt eina í Porkeri í umleið 1955. Umleið 1969 varð ein sædd nær Sumba. Ein hannur varð skotin í Nólsoy umleið 1970 (varð útstappaður). Fleiri nólsoyingar sóu eina flúgva inn yvir vágna í Nólsoy, tá Ritan legði at umleið í 1978. Ein varð líka við at verða yvirkoyrd, tá hon eina vetrarnátt umleið 1975 sat mitt á vegnum millum Tjørnuvík og Langasand, og at enda varð ein sædd 27. november 2004 á Kirkjubønesi av monnum, ið vórðu á haruveiðu. |
||
Einki beinleiðis mynstur er at síggja í vitjanunum av snjóuglum í Føroyum og fráboðaninar eru heldur ikki skrásettar nágreiniliga. |
||
Kinnhvítur ljómari Sylvia cantillans |
||
Hesin kinnhvíti ljómarin - ein bøga - varð ringmerkt í Nólsoy 21. mai 2009. Hetta er aðru ferð, at kinnhvítur ljómari er funnin í Føroyum. Tann fyrsti steggin varð sæddur fríggjadagin 15. mai 2009 í Mykinesi, og har avmyndaði Hans Eli Sivertsen hann. |
||
| Síðan 8. mai 2009 eru hesi nýggju fuglasløgini sædd í Føroyum: Aythya affinis, Hirundo daurica, Milvus migrans, Milvus milvus og Sylvia cantillans. Enn eru tey ikki góðkend av SU (Sjældenhedsudvalget DK). | ||
| "Kúhegri" Ardeola ibis | ||
Tummas Thomasen sá hendan kúhegran - sum er Føroya fyrsti - inni í Dalinum 28. september 2008. Tummas fortaldi Olevinus Sørensen, Viðareiði um hegran, og um døgverðatíð dagin eftir, sá hann eisini hegran á sama stað. Um kvøldið fleyg hegrin til Viðareiðis, og har sóu Tóri Simonsen og fleiri onnur hann. 30. september eydnaðist tað Tóra Simonsen at taka hesar báðar myndirnar. |
||
| Eftir at Jens-Kjeld Jensen legði fráboðanina út á FaroeNature, hava fleiri onnur fuglaáhugaði verið á staðnum og sæð sjáldsama gestin. | ||
|
|
||
DK Mellemskarv Phalacrocorax carbo simensis |
||
25. mars 08 sá Karl Thomsen ein (DK) mellemskarv standa á Drotningarsteini í Skálafirðinum, og 29. mars eydnaðist tað Hans Eli Sivertsen at taka hesa frálíku myndina av honum. |
||
Smyril Falco columbarius á vitjan sep. 2007 |
||
| Føroyski og íslendski smyrilin eitur F. c. subaesalon á látíni. Hann er bæði størri og døkkari á liti enn hini smyrlasløgini. | ||
| Í Føroyum verpa umleið 25 pør; men vit hava javnan vitjan av teimum íslendsku smyrlunum, tá teir ferðast framvið okkum á vári og heysti. | ||
| Ung smyrlabøga | Ung smyrlabøga | |
|
||
| Listi yvir sjáldsamar fuglar, sæddir
í Føroyum í 2005 og 2006 |
||
Listi yvir allar sjáldsamar fuglar, sæddir
í Føroyum til mai 2003 |
||
|
Sjáldsom hvítoygd ont sædd í Sandágerði, Tórshavn |
||
| Tann 11. maj 2005 sá Hans Eli Sivertsen eina hvítoygda antarbøgu í Sandágerði í Tórshavn, og nú vit nærkast endanum av mai, er hon her enn. Hetta er fyrsta fráboðanin um hvítoygda ont í Føroyum. | ||
|
|
||||||
|
Dvørgmási Larus minutes var aftur á vitjan í Nólsoy |
||||||
|
||||||
|
||||||
|
|
||||||
|
Amerikanskur fjállvákur á vitjan |
||||||
Lesið PDF greinina úr Birding World: Are dark morph Rough-legged Hawks overlooked in Europe? |
||||||
|
|
||||||
|
||||||
|
||||||