TÚRAR VIÐ FERÐALEIÐARA TIL HEIMSINS STØRSTA DRUNNHVÍTABØLI Í NÓLSOY

Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini - klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd

Eingin drunnhvítatúrur verður aftrat í 2011

Tilmelding: Ring á telefon 327064 ella send ein t-post
Tak niður føroyskan drunnhvítafaldara í PDF formati - A4 ella A5

Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy.
Hydrobates pelagicus.
Hydrobates pelagicus.
Nýggjurð, Nólsoy.

Drunnhvíti - Lille stormsvale - Storm Petrel - Havsvale - Sturmschwalbe - Océanite Tepête

Ferðaætlanin hjá Strandferðsluni á Nólsoyarleiðini

Kostnaður í 2011
Kostnaður 450.00 kr.:  Uppreidd song.
Kostnaður 400.00 kr.:  Madrassatygum skulu hava soviposa við.
Matur og ferðaútreiðslur til Nólsoyar eru ikki íroknaðir í kostnaðin.

Lýsing av túrinumFráferð úr Tórshavn kl. 18.00.
Jens-Kjeld tekur ímóti tygum niðri við ferjuna í Nólsoy kl. 18.20.
Hann gevur eina stutta frágreiðing, og fylgir tygum síðani til Kaffistovuna, har tygum skulu sova.
Tygum kunnu síðani gera, hvat tygum hava hug til - ganga ein túr í bygdini, ella fáa tygum ein lítlan blund.
Minnist til at ganga á gøtunum, verið farið út úr sjálvari bygdini.
Umleið ein tíma áðrenn sólsetur førir Jens-Kjeld tygum til heimsins størsta drunnhvítabøli.

Tað tekur umleið 1 tíma at ganga út til bølið, har tygum tann næsta 1-1½ tíman kunnu eygleiða hesar hugvekjandi náttarfuglarnar.
Tygum fáa høvi at síggja ymiskar aðrar fuglar, so sum lundar og nátar, á túrinum .
Heimafturkomin av túrinum verður borðreitt við kaffi ella te í Kaffistovuni (íroknað í kostnaðinum).
Tygum skulu verða farin úr rúminum á Kaffistovuni seinast kl. 12.00, um ikki annað er avtalað.
 
Minnist til at taka heit klæði, regnklæði og stivlar við.
Túrar verða gingnir frá 1. juni til 15. september sambært nærri avtalu.
Luttakaratal minst 4 persónarAvsláttur verður latin til størri bólkar.
 
Fyrivarni verður tikið fyri kostnaðarbroytingum!

Bílegging: Jens-Kjeld Jensen  Tel. 327064 / send t-post  
ella:  Kaffistovan Tel. 327175 / 327025  

Hydrobates pelagicus.

Hydrobates pelagicus.
Hydrobates pelagicus.
Nýggjurð, Nólsoy.
Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman
Myndir: Bjarni Mikkelsen

Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved