Sir & Lady's Sir Pjerrot SBI n (brúnmaskaður). Føddur 12.06.2005
Pápin: Champion Kiru's Mister Esset SBI a (blámaskaður).  Mamman: Micheyl's Fléur SBI n (brúnmaskað)

Ættartavlan hjá Pjerrot Ættartavlan innan EU passið hjá Pjerrot Passið innan
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini
Pjerrot hyggur eftir Garfield 18.04.2012
Pjerrot hyggur eftir Garfield 18.04.2012

Grace & Pjerrot hyggja eftir einum filmi við teirra egnu kettlingum
Grace & Pjerrot 02.05.2009

Sir Pjerrot 08.07.2010
Gita, hvør hevur sovið á køksborðinum, síðani vit fingu hesa seingina sendandi frá Loppetjansen ?
Hvat er lívið ikki herligt...
Hvat er lívið ikki herligt...
Her í húsinum etur mann ikki spurvaungar...
Her í húsinum etur mann ikki spurvaungar...
Pjerrot í jólahýri, meðan hann lærir at binda
Pjerrot 21.07.08. Pjerrot 21.07.08. Turrur fiskur, hann smakkar væl... Pjerrot 21.07.08. Pjerrot 21.07.08.
Gott við einum góðum blundi...
Pjerrot 21.07.08. Stak hugnaligt við selskapi á vesinum... Pjerrot & Grace 21.07.08.
Pjerrot í drápshýri.

Sir Pjerrot 12.06.08. Sir Pjerrot 12.06.08. Sir Pjerrot 12.06.08. Sir Pjerrot 12.06.08.


Hugnaligar løtur
Omman Grace Grace & Pjerrot Omman Grace, abbin Pjerrot & langabbin Jens-Kjeld Grace & Pjerrot Grace: "at binda við rundstokki, er ikki bara sum at siga tað"...

DAGBÓK FRÁ PJERROT

Les brot úr dagbókini hjá Pjerrot "bygdamaður í Havn"

Abbin Pjerrot Abbin Pjerrot Abbin Pjerrot
Eg havi valt mær hendan bollan uppi á skápinum at goyma meg í, hvørja ferð, eg síggi grannan fara túr við sínum sjefara – ein sovorðnan havi eg aldri sæð fyrr í Nólsoy...helt tað var ein løva...

Niðri undir eru nakrar nýggjar myndir av mær - Pjerrot, tiknar í januar 2008 - eri eg ikki flottur?
Sir Pjerrot. Sir Pjerrot. Sir Pjerrot.


Pjerrot var kosin til at verða "Månedens Birma" á heimasíðuni hjá Klubben for den Hellige Birma desember 2006. Sjá myndirnar frá klubbanum her! 

Ein ordans sjeikur - eru tit ikki samd við mær?

Sir Pjerrot.

Sir Pjerrot.

Pjerrot er tann seinasti, sum er lagstur aftrat húskinum. Hann er pápi til teir 4 kettlingarnar, sum Grace legði 21. juni 2006.



Júst komin inn um dyrnar í Tórshavn, og longu heimavandur. Ein ordans "sjeikur", eygagóður og fullur av sjálvsáliti. Pjerrot slangar sær saman við "ommuni" Micheyl, sum kom upp úr Danmark við honum. Fær mann ikki trýnið niður í koppin, so nýtir mann bara labban sum skeið... Triðja dagin fekk Jens-Kjeld eitt skeið í, hvussu mann drepur eina mús. Grace og Pjerrot spæla "blunda og krógva".

Forliptur í eini jólanissu! Heldur tú, tað verða vit bæði? Konufólk! Tær brúka tímar í baðirúminum, meðan vit mannfólk mugu ganga og "halda okkum"! Pjerrot & Grace á máttuni, sum er prýdd við eini mynd av felags oldurommuni EP. Kiru's Lady Anneli. Ein altíð svangur Pjerrot! Tikin á bóli við eini aðrari damu í fanginum...

Djóralæknin Lars Mohr er samdur við okkum í, at vit eiga at royna at fáa kettlingar. Ansa nú eftir Jens-Kjeld, Pjerrot hevur knívar fjaldar í ørmunum!


Sir Pjerrot.
Okkara seinna av slagnum, frensurin Pjerrot - alias "Murrimann" kom til Føroyar, og flutti inn hjá okkum í Nólsoy nov. 2005.
Hann er nakað av tí fittasta og dovnasta, vit nakrantíð hava sæð; men er nakar matur í nánd, ressast hann við, og setist ikki aftur, tá grind og spik, fiskur, rognarknettir, lambstjógv, skerpikjøt, eplaflus og annað gott er á borðinum. Tað einasta, honum higartil ikki hevur dámt, er blóðmørur!
So hóast hansara fína ættartræð, er hann altíð á varðhaldi við ruskspannina - tí tað hevði verið ein ólukka, skuldi onkur góðbiti farið framvið!
Pjerrot er aldur av Ole & Pia Sørensen, Jylland, Danmark.
 
Sir & Lady's Sir Pjerrot sum kettlingur.
Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved