PADDUR OG FROSKAR |
|
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini |
|
| Livandi padda Bufo bufo funnin í Miðvági |
 |
| 13. august 2011 fann Silvia Johansen hesa livandi padduna DK "skrubtudse" í Miðvági. Hetta er fjórðu ferð, at "skrubtudse" er funnin í Føroyum. Helst er hon slept ella rýmd úr fangilsi. |
|
| Padda Bufo bufo funnin deyð í Húsavík í Sandoy |
|
| Marna Skylv Sørensen fann hesa deyðu padduna Bufo bufo í Húsavík 05.10.2010. Eg kundi gott hugsa mær at vita, hvussu hendan paddan er endað í Húsavík? |
|
| FROSKAR AFTUR KLAKTIR Í NÓLSOY Í 2009! |
DK Butsnudet frø Rana temporaria finst nú sum ein villur stovnur í Nólsoy
|
|
| Í 2008 sóust á fyrsta sinni smáar halatussir í einum hyli Norðri á Boða í Nólsoy. |
| Tann 25. marts 2009 fann eg í sama hyli fleiri túsund egg av froskaslagnum DK Butsnudet frø Rana temporaria. Eg tók 49 egg við heim í køkin hjá mær og koyrdi tey í eitt glas, og 29. mars vóru 47 halatusser í glasinum - einans 2 egg vóru ótroðin. |
Hóast eg ikki helt, at froskaslagið Butsnudet frø Rana temporaria nakrantíð fór at kunna seta seg niður sum ein "villur" stovnur í føroysku náttúruni, er stovnurin Norðri á Boða eitt greitt dømi um, at hetta letur seg gera. |
| Í 2008 var ein froskur sæddur við Fjallavatn í Vágoy. Helst er hesin sleptur út í náttúruna av einum manni úr Sørvági, sum fekk nakrar halatussir frá Marnari á Skúr í Nólsoy. |
| Rana temporaria finst
frá Miðeuropa heilt til Nordkap og yvir til Uralfjøllini.
|
| Eg veit um í minsta lagið 4 DK skrubtudser Bufo bufo, sum eru komnar til Føroyar; men mær vitandi hava tær ikki vorpið enn. |
|
Les meira um nólsoyar-froskarnar undir hesum myndunum!
|
Froskar klaktir í Nólsoy í 2004 |
Fyri nøkrum árum síðani løgdu fólk
til merkis, at froskar sóust runt í bygdini. |
| 2002: Í 2002 vurpu teir, men eggini
vóru ótroðin. |
| 2003: Í 2003 vurpu teir ikki.
|
| 2004: Í byrjanini av mai 2004 vurpu teir ótrúliga mong egg, og síðan tá eru hundraðtals egg klakt bæði innandura og uttandura í føtum og
baljum niðri hjá Marnari á Skúr. |
| Marnar á Skúr fangaði
so mangar hann kundi, og koyrdi teir í eitt búr við einum djúpum
hyli í í sínum urtagarði. At byrja við vóru froskarnir lítlir,
men nú eru fleiri vaksnir so mikið, at teir eru um 8 cm. langir.
Nakrir eru ljósir á liti, meðan aðrir eru døkkir. Hóast tað,
haldi eg allar hoyra til slagið (dk.) Butsnudet frø Rana temporaria.
|
2005: Hóast mai mánaður var ótrúliga
kaldur, legði ein froskur egg um miðjan mai 2005. Marnar á Skúr tók
eggini inn, og hevur nú fleiri hundrað halatussir. Allar hesar halatussirnar blivu til honir.
Marnar hevur 3 gamlar honir, so um hann er heppin, fara hinar eisini at
leggja.
|
| Ein stórur partur av ungunum frá 2004 hava livað veturin av, og
tykjast at trívast gott. |
| Rana temporaria finst
frá Miðeuropa heilt til Nordkap og yvir til Uralfjøllini.
|
|
Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All
Rights Reserved |
|