YMISKT

Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini

Enskt í útlondum


NÝGGJ BÓK UM ALLAR TEIR FØROYSKU FIRVALDARNAR
  Firvaldabók  
 
Les nærri um bókina
 
Les íslendskt ummæli av bókini
 
 

ÓKEND HVALSPÝGGJA
15. mai 2009 fekk Poul Johannes Simonsen fatur á hesi ókendu hvalspýggjuni, tá Grønanes fiskaði á leiðini 61.30N 5.00W.
Enn hevur eingin kunna staðfest, av hvørjum slag hvalspýggjan er. Hon er brún, kroppurin mátar umleið 50 cm. í tvørmát og hon hevur heilt stuttar trevsur.

PA VANDRING I NÓLSOYS FORTID

Nýggj bók um fornminnini í Nólsoy

På vandring i Nólsoys fortid. Les ummæli!

NÝGGJ ÁHUGAVERD BÓK UM LUNDAFLEYG Í NÓLSOY
Jens-Kjeld Jensen hevur nú skrivað eina bók um lundafleyg í Nólsoy. Bókin er 88 síður í vavi og fagurt skrýdd við nógvum myndum - flestu nýggjar, men eisini eldri og meira sjáldsamar. Somuleiðis eru ymiskar tekningar og kort í bókini.
Lundabókin.
Puffin hunting in the Faroes - back page.
Henda bókin er tann fyrsta av sínum slag og eisini tann fyrsta, ið lýsir, hvussu oyggjafólk hava verið noydd at liva í samráð við náttúruna. Til ber t. d. at lesa um og síggja, hvussu ein fleygastong er gjørd, um fleygarættindini, um gomul og nýggj mát, um lundastovnin og Urðina í Nólsoy og um støðuna hjá føroysku búfuglunum. Somuleiðis greiðir Jens-Kjeld frá sínum sjónarmiðum viðvíkjandi niðurgongdini hjá føroysku búfuglunum.
Lundabókin kostar 250 kr. + porto 35 kr. Til ber at bíleggja hana her við at senda ein beinleiðis t-post

Keyp føroysku týðingina av lundabókini her

Lundafleyg Lundafleyg

Nólsoyingurin Mikkjal Gulklett, skrivaði dagbók, og her ber til at lesa sera áhugaverdu greinarøðina úr FF blaðnum "Á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum", sum er ein endurgeving av tí, Mikkjal skrivaði, tá hann var um borð á Willem Barendsz í 1946.


LIMAX MACIMUS

Hvat er á vási?
Ókendur snigil funnin í 2003

Leopardsnigil Limax Maximus.

Les pdf greinina

Limax macimus er fjølbroyttur á liti, eins og flest aðrir sniglar; men hesin er tann mest vanligi á Svangaskari

Nýggjur snigil funnin í Føroyum

Arianta arbustorum.
Lesið sniglagreinina HER


FJALLABLÓMUR

1. Fjallabrúður.

2. Tyssismánagras.

3. Fjallabrúður.

4. Ymiskar aðrar fjallablómur.

1. Fjallabrúður
Dryas octopetala

2. Tyssismánagras
Botrychium lunaria

3. Fjallabrúður
Dryas octopetala

4. Ymiskar aðrar fjallablómur


 

Vøkur føroysk frímerki við drunnhvíta á.

 

Gangari av hundasleðu funnin í Sørvági 

Gangari av grønlendskari hundasleðu. Gangari av grønlendskari hundasleðu.
Hendan gangaran av eini hundasleðu fann tann kendi teknarin og rithøvundurin Lasse S. tann 20. juni, tá hann gekk ein túr framm við strondini í Sørvági. Gangarin sær heilt nýggjur út, so hann hevur ikki ligið leingi í sjónum.
Sambært Emil Rosing frá Greenland National Museum er gangarin av eini hundasleðu úr Thule; hóast hann eins væl kann verða rikin út frá einum øðrum øki so sum Norðvesturgrønlandi, Eysturgrønlandi-Ammassalik ella Scoresbysund, har tað at koyra á hundasleðu eisini er heilt vanligt.

Føroysk lava
Føroysk lava. Føroysk lava. Føroysk lava.
Føroyar eru av vulkanskum uppruna, og ymsa staðni kring landið liggja sera áhugaverdar slóðir av lava frá fornari tíð. Steinurin á myndini var funnin norðri í Svínoy. Hann mátar 16 x 13 cm í tvørmát.
Harutíðindi

Blaðið Harutíðindi umfatar søguna um haruna og haruveiðu í Nólsoy heilt aftur til 1925. Blaðið telur 12 síðir, hevur nógvar litmyndir og kann bíleggjast við at gjalda 40 kr. inn á konto: 6460 168 40 96 í Føroya Banka. Minnist til at viðmerkja navn og bústað.

Harutíðindi. Harutíðindi. 

VITJA HEIMASÍÐUNA - SE HJEMMESIDEN - VISIT OUR WEBSITE
Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved