08.2001

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Lomvigarpisa merkt 3.7.2000 á Isle of Canna, Scotland. Skotin í Vestmannasundi 16.12.2000.

 

Ritupisa merkt 19.6.1985 nær Whinnyfold, Scotland. Fleygað á Bill Bailey bankanum 25.4.1999.

 

Lomvigarpisa merkt 27.6.2000 á Fair Isle, Scotland. Skotin í Vestmannasundi 6.1.2001.

 

Lomvigarpisa merkt 27.6.2000 á Fair Isle, Scotland. Skotin nærhendis Gøtu  6.12.2000.

 

Nátungi merktur 12.8.1991 nær Hoy, Orkneyoyar. Fleygað í Skúvoy 31.1.2001.

 

Gamal náti merktur 3.9.1996 nær Holland, North Ronaldsay, Orkneyoyar. Skotin nærhendis Kúrberg, Hvítanes 31.1.2001.

 

Valmásaskuri merktur 16.7.1997 nær Glupen, Bjørnøya. Skotin í Fuglafirði 7.12.1999.

 

2 ára gamal svartbakur merktur 19.7.2000 í Twinyess, North Ronaldsay, Orkneyoyar. Skotin í Nólsoy 16.2.2001.

 

Skúgvapisa merkt 4.7.1997 á Foula, Hetland. Skotin á Porkerisnesi 17.3.2001.

 

Bringureyði merktur 15.10.2000 í helgolandsrúsuni í Nólsoy. Fráboðaður aftur úr sama stað 29.3.2001.

 

Tekstur: Birgir, Bergur og Jens-Kjeld avmyndaðir oman fyri nýggja "fuglateljingarhúsið" hjá Bergur í Fagradali í Skúvoy. Tað er grivið niður ytst á eggini við fríum sýni móti Høvdanum.

Myndatakari: Marita Gulklett.